Hjalti í Jákupsstovu er farin frá og Eilif Gaard tekur yvir

01. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin var móttøka á Havstovuni í sambandi við, at Hjalti í Jákupsstovu er farin frá og Eilif Gaard hevur tikið yvir.

Vinnuhúsið vil nýta høvið at takka Hjalta fyri tíðina og ynskja Eilif Gaard vælkomnan og góða eydnu framyvir.
Hjalti í Jákupsstovu hevur verið stjóri á Havstovnuni í nógv ár. Hjalti hevur verið persónurin aftanfyri tær útmeldingar, sum eru komnar frá stovninum og manga róð ímóti streyminum. Henda leiklut hevur Hjalti duga væl at røkt, og ikki hevur ivi verið um, at Hjalti er trúgvur ímóti tí vitan og tí uppgávu, hann hevur umboðað. Leiklutin sum stjóri hevur Hjalti megna sera væl, og fyri starvsfólkini á stovninum hevur Hjalti staðið sum ein stabilur og drúgvur varði, og hava tey æra hann við at stilla hann upp til ársins leiðara. Hjalti hevur umboðað stovnin Havstovuna í fleiri høpum, og eingin ivi er um, at hansara hjarta nærmast hevur verið at fingið eina burðardygga umsiting av okkara rávørutilfeingi. Harafturat hevur Hjalti miðvíst arbeitt við at fáa gongd á gransking og royndir eftir øðrum fiskasløgum, sum hava verið við til at stuðla undir at fáa fleirtáttað og økt um tað, sum kann fáast burturúr tilfeinginum.
Umstøðurnar í Føroyum at arbeiða innan hetta øki eru avmarkaðar av fíggjarorkuni og annars av teimum áhugamálum, sum gera seg galdandi í samfelagnum øllum. Ikki ber til at siga, at Havstovan hevur tað fíggjarorku, sum skal til fyri at gera alt tað arbeiðið, sum vinnan í grundini eftirspyr. Hetta er undrunarvert, tá hugsað verður um, hvussu stór virðir talan er um, og ta sannroynd, at vitanin um tilfeingið er grundarlagið fyri at fáa sum mest burturúr tí.
Vit vilja brúka høvi at takka Hjalta fyri sera gott samstarv og ynskja tær alt tað besta komandi nógvu árini. Somuleiðis brúka vit høvið til at ynskja Eilif Gaard vælkomnan á pallin við ynskjum um góða eydnu og gott samstarv framyvir. Vit eru varug við stóra arbeiðið, tú hevur gjørt serliga fyri at økja um kunnleikan til, hvussu gróðurin í sjónum ávirkar fiskastovnarnar.
Hetta gevur okkum trúgv uppá at rætti maðurin er komin á brúnna á Havstovuni.
Marita Rasmussen

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR