Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa
Høgir elprísir og stórt CO₂-útlát frá elframleiðsluni eru ein avbjóðing fyri vinnuna. Hetta vísti Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum, á í síni framløgu á ráðstevnuni Varandi Heimur.
Samanberingar við onnur evropeisk lond vísa, at fyritøkur í Føroyum gjalda munandi meira fyri elorkuna enn fyritøkur í fleiri av londunum, sum vit kappast við. Samstundis er CO₂-útlátið frá elframleiðsluni munandi hægri enn í flestu evropeisku londunum.
Meiri ferð má á orkuskiftið
Súsanna Berg vísti á, at tørvurin á elorku fer at vaksa munandi komandi árini. Fortreytirnar fyri at framleiða meiri varandi orku eru góðar, og tøknin er til taks, men tað gongur ov seint við útbyggingini.

Vinnuhúsið heldur, at framleiðslan av varandi orku má raðfestast hægri politiskt, at loyvisviðgerðin má gerast skjótari, og at arbeitt eigur at verða við fleiri orkuverkætlanum í senn.
Eisini eigur vinnan at fáa størri møguleikar at taka lut í framleiðsluni av varandi orku.
Eitt skjótari orkuskifti er neyðugt fyri at minka um CO₂-útlátið og skapa betri fortreytir fyri lægri elprísum og sterkari kappingarføri hjá vinnuni.