Høgt útbúgvin skapa vøkstur

29. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Bara eitt procentstig fleiri høgt útbúgvin fær BTÚ at vaksa við umleið einum procentstigi. Tað vísir nýggj donsk kanning.

Høgt útbúgvin hækka vøksturin í teimum donsku fyritøkunum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd av granskarum á Copenhagen Business School. Kanningin er grundað á upplýsningar frá 138.372 fyritøkum innan framleiðslu- og tænastugeiran.
Ein hækking við einum procenti av høgt útbúnum hækkar BTÚ við umleið einum procentstigi. Innan framleiðsluídnaðin eru tað serliga tær tøkniligu og samfelagsvísindaligu útbúgvingarnar, sum hava stóra ávirkan (1,5 procentstig). Meðan tær humanistisku útbúgvingarnar hava munandi minni ávirkan – 0,6 procentstig.
Tá kanningin vísir eina so stóra ávirkan á samfelagsbúskapin av at økja partin av starvsfólkum við einari hægri útbúgving, er tørvur á at hyggja eftir, hvussu við kunnu hækka talið av ungum, sum taka eina hægri útbúgving, sigur ráðgevi hjá DI, Sarah Gade Hansen.
Hon vísir á, at tað eigur at verða fokus á útbúgvingar innan tey øki, sum skapa størst vøkstur í fyritøkunum, so sum tær tøkniligu og samfelagsvísindaligu útbúgvingarnar. Harafturat er tørvur á at hava serligt fokus á tey øki, har tað í framtíðini verður stórur tørvur á arbeiðsmegi, t.d. verkfrøðingar, staðfestir Sarah Gade Hansen.
Men gongdin hevur higartil verið skeivan veg. Hesi seinnu árini hevur hækkingin í framleidninum verið munandi lægri í Danmark enn í meginpartinum av teimum OECD-londum, Danmark samanber seg við. Og við at samanbera við onnur lond, vísir tað seg, at Danmark ikki longur er eitt av teimum londunum, sum hevur hægsta lutfall av 25 - 36-ára gomlum við eini hægri útbúgving.
Harafturat vísa altjóða samanberingar, at vit útbúgva færri við eini tøkniligari hægri útbúgving enn hini ES-londini. Tað er tørvur á at taka fatur á hesum trupulleikum, um framleidni skal hækka í Danmark, sigur ráðgevin hjá DI.
Kelda: DI Opinion

Annað á breddanum

  1. Vinnuferð til Suðurkorea 7.–12. juni 2026!

    Vinnuhúsið skipar í samstarvi við Uttanríkistænastuni og DI Suðurkorea fyri vinnuferð til Suðurkorea í døgunum 7.–12. juni 2026

    31. mars. 2026 | Shipping
    Korea
  2. Frídagar um páskirnar

    Í sambandi við páskirnar eru fleiri lógar- og sáttmálaásettir frídagar

    30. mars. 2026
    Páskir (1)
  3. Sami formansskapur heldur fram

    Á aðalfundinum hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag vórðu tveir nevndarlimir og tiltakslimur afturvaldir

    30. mars. 2026
    Skærmbillede 2026 03 31 112108