Høvuðsavtalur innan fíggjargeiran undirskrivaðar

11. oktober. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaði 7. oktober undir nýggjar høvuðsavtalur við SFS, Yrkisfelagið Trygdina og Finansforbundet.

Høvuðsavtalurnar eru broyttar orsakað av, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirtikið hesar frá Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, sum gjørdist limur í FAG í 2008. Hetta merkir eisini, at tað verður Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum fer at standa fyri komandi sáttmálasamráðingunum fyri hetta øki. Verandi sáttmálar ganga út 1. mai 2011, og væntandi er, at samráðingarnar byrja nakað áðrenn.
SFS eru fakfelag fyri starvsfólk í Eik Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Elektron. Yrkisfelagið Trygdin er fakfelag fyri starvsfólk í Tryggingarfelagnum Føroyar og Lív.
Finansforbundet er fakfelag fyri starvsfólk í Føroya Banka.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)