Hvat bleiv av vakstrarpakkanum

01. februar. 2010 | Áskoðan

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, ger viðmerkingar til, at virksemisskapandi tiltøk eru tikin úr vakstrarpakkanum hjá landsstýrinum, og at verkætlanir, sum vóru klárar at seta í gongd, eru tiknar av fíggjarlógini fyri 2010.

Í summar varð farið hugaliga til verka, at tosa um ein vakstrarpakka, sum skuldi seta gongd á virksemið og fyribyrgja einum vaksandi arbeiðsloysi. Enn er tó einki alment fráboðað, um pakkin gerst veruleiki ella ikki, men fjølmiðlarnir hava borið tíðindini um, at partar av vakstrarpakkanum fóru í upploysn í fíggjarlógarviðgerðini. Í øllum førum er líkt til, at ætlanin um at byggja eitt havrann­sóknarskip fyribils er slept. Og tað sama ger seg galdandi við øðrum íløgum, sum klárar vóru at seta í verk!
Upprunaliga var ætlanin við vakstrarpakkanum at økja um vinnuliga virksemið, sum hevði fingið bakkast orsaka av fallandi eftirspurningi úti og heima. At virksemisskapandi partar verða tiknir burturúr vakstrarpakkanum ger tí, at virðið á pakkanum minkar og trúgvin uppá, at hesin skal føra til nakran bata, hvørvur.
Tað er eisini sera trupult at síggja, um avvarðandi myndugleikar eru varugir við, at føroyskt vinnulív er í andaleypi! Hjá fleiri fyritøkum í byggivinnuni hongur raksturin ikki saman, og nógvar fyritøkur standa í tí torføru støðu, at starvsfólk mugu sigast upp og støða má takast til, um tað er skilagott at lata virksemið halda fram. At almenni raksturin av føroyska samfelagnum slett ikki hongur saman, og at politiska skipanin ikki fann onnur amboð enn ostahøvilin at pynta hetta við, er óskiljandi fyri vinnuna.
Støðan í løtuni er sera ørkymlandi fyri vinnulívið, sum hevur lagt til merkis, at politiski viljin at áleggja vinnuni byrðar, er størri enn viljin at skapa bestu fyritreytirnar fyri vinnuligum virksemi, fyri soleiðis at tryggja framtíðar búskaparvøkstur.
Eitt vælkent amboð at rationalisera almennan rakstur er at útveita flest møguligar uppgávur. Í Føroyum hyggur vinnulívið tí undrandi eftir, hvussu almennir stovnar víðka um sítt virksemi, meðan vinnufyritøkurnar kenna seg noyddar at siga starvsfólkum úr starvi. Uppgávur, sum vinnan vanliga hevur átikið sær, skal hon nú bjóða uppá í kapping við almennar stovnar, sum ikki hava krøv um avkast, og sum endurnýggja vinnutólini gjøgnum játtan á fíggjarlógini.
Tann játtan, sum hóast alt er á fíggjarlógini til íløgur, endar fyri ein part hjá útlendskum fyritøkum. At tosa um vakstrarpakkar, skerja íløgurnar í pakkanum, fyri síðani at lata útlendskum fyritøkum partar av uppgávunum, er eftir øllum at døma strategiin fyri at skapa virksemi í Føroyum!
Kjakið um, at útlendskar fyritøkur fáa arbeiðir í Føroyum, sum Løgtingið hevur játtað pening til fyri at halda virksemið í Føroyum í gongd, tekur seg upp við millumbilum, og í byggivinnuni er ørkymlan og undran, tá tað verður staðfest, at føroyskar fyritøkur ikki vinna kappingina á heimamarknaðinum.
Føroyskar fyritøkur hava seinastu tíðina bjóðað seg fram á útlendskum marknaðum, serliga í Norðanlondum. Fyritøkurnar hava staðið seg rímuliga væl í sjálvum útbjóðingunum, men grundað á ov lítið lokalt tilknýtið, fella tær í raðfestingini, og m.a. tí vinna føroyskar fyritøkurnar ikki hesar kappingar, hóast tilboðini eru á hædd við tey, ið kappast verður ímóti. Kanska er hetta nakað vit í Føroyum kundu lært av - at raðfesta lokalan førleika, sum m.a. liggur í vitanini um føroyska veðurlagið, arbeiðsmarknaðin og umstøður annars, sum kunna verða eini verkætlan til fyrimuns.
Magnus Magnussen
formaður í Føroya Handverksmeistarafelag

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816