Hvat eyðkennir keypisterka ættarliðið Y?

23. mai. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Handilsvinnuráðstevnuni, sum Handilsvinnufelagið skipaði fyri 12. mai, greiddi Dorte Wimmer frá brúkaraatburðinum hjá størsta ættarliðnum í heiminum, teimum ungu sum eru millum 15 og 33 ár.

Dorte Wimmer greiddi frá, at hóast hetta ættarliðið krevur uppmerksemi og ynskir at verða sætt, so er talan um eitt ættalið, sum stúrir um framtíðina. Tey leggja tí dent á at hava tamarhald á egnum viðurskiftum, at klára seg sjálv, at hava góðar vinir, eina góða heilsu og at verða í góðari venjing.

Hava tey í hyggju at keypa eina vøru, so fyrireika tey seg væl, áðrenn keypið verður framt. Tey brúka við skili men eru tó til reiðar at rinda eitt sindur eyka, um tey fáa eina góða uppliving afturfyri. Hetta setur krøv til tænastustøðið, tí góða upplivingin er ofta tengd at góðari tænastu. Ættarliðið Y er sera virkið á netinum, og tey deila bæði góðar og vánaligar upplivingar við sítt netverk.

Nøkur eyðkenni fyri ættarliðið Y:

-          9 av 10 multitaska, tá ið tey hyggja at sjónvarpi

-          2 av 3 vilja heldur missa mappuna burtur enn telefonina

-          86% av ættarliðnum Y keypir á snildfonini

-          1% verður ávirkað av lýsingum

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)