Robert Diana Kristian Eli (1)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvat fáa vit í veruleikanum burtur úr vitlíki?

14. september. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum fáa vit trý ítøkilig føroysk dømi um, hvussu fyritøkur brúka vitlíki

Vitlíki er eftir stuttari tíð vorðið ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum fyritøkum og stovnum. Men eitt er at taka nýggju tøknina í nýtslu. Eitt annað er at tryggja, at hon veruliga skapar virði.

Hvussu nógv tíð kann sparast? Hvørjar uppgávur kunnu loysast skjótari og effektivari? Og hvussu vita vit, um íløgan í vitlíki í veruleikanum loysir seg?

Á Vinnudegnum fáa vit trý ítøkilig føroysk dømi.

Robert R. Sivertsen er stjóri og ein av stovnarunum av Zakk, sum nýtir vitlíki til at automatisera toll- og handilsarbeiði. Hann fer at greiða frá, hvussu nýggj tøkni kann gera umsitingina skjótari, einfaldari og meira neyva.



Diana Gilstón er
leiðari fyri HR, samskifti og kundatænastu hjá TAKS. Hon fer at greiða frá, hvussu TAKS brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu nýggja tøknin kann gera arbeiðsgongdir einfaldari og effektivari.

Kristian Eli Zachariasen er KT-stjóri hjá Bakkafrosti. Hann fer at greiða frá, hvussu Bakkafrost brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu tøknin kann gera arbeiðsgongdir skjótari og effektivari.

Les meira og melda til her

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)