Hvat skal til fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016?

10. oktober. 2011 | Áskoðan

Landsbankin hevur ment ein myndil, sum kann nýtast til at vísa, hvat skal til, um politiska málið um javnvág á fíggjarlógini í 2016 skal røkkast.

Niðurstøðan er, at tað er eingin lættur háttur at røkka hesum máli. Verður støði tikið í teimum fortreytum fyri búskaparvøkstri og rentustøði, sum Landsbankin hevur mett um, eru tveir faktorar, sum politiska skipanin hevur beinleiðis ávirkan á: Landsskattatrýstið og útreiðslur landskassans.
Vit kappast í løtuni við Danmark og Svøríki um at hava hægsta skattatrýst í verðini, so at hækka skattatrýstið er ikki ein gongd leið, um vit ikki vilja styggja enn fleiri fólk av landinum.
Myndilin vísir, at hóast politiska skipanin skuldi klárað at hildið almennu útreiðslurnar á sama krónutali sum í 2011, verður framvegis eitt lítið undirskot á fíggjarlógini í 2016. Um hugt verður eftir søguligu tølunum fyri útreiðsluvøkstur landskassans seinnu árini sæst, hvussu torfør henda uppgáva er. Seinastu 10 árini hevur almenni útreiðsluvøksturin verið uml. 4 % í miðal og einki ár hevur vøksturin verið minni enn 1,5 %. Tað krevur tí eitt stórt politiskt átak bara at halda almennu útreiðslurnar á verandi støði.
Líka torført sum tað er ikki at økja almennu útreiðslurnar, líka neyðugt er tað. Vit hava í longri tíð haft eina almenna nýtsluveitslu, har útreiðsluvøksturin okkurt árið er farin upp um 10 %, ella omanfyri 400 mió. kr. Tað er neyðugt, at politiska skipanin nú ásannar, at ballið er liðugt, og tað er tíð at rudda upp. Uttan iva fer tað at verða ein torfør uppgáva, og uttan iva fara fólk at kæra sína neyð. At halda útreiðslurnar á verandi krónutali merkir í veruleikanum, at sparingar skulu fremjast, tí innkeyp og lønir hækka ár um ár. Tað er tó eingin ivi um, at verður javnvág ikki á fíggjarlógini skjótt, fara fólk at kæra sína neyð enn meira í framtíðini, tí við at økja um skuldina, verða enn færri pengar til forbrúk í framtíðini.
Brúk er fyri einari breiðari politiskari semju um, at almennu útreiðslurnar ikki skulu hækka í mun til krónutalið á fíggjarlógini í ár. Alt annað er ábyrgdarleyst.
Meðan vit bíða eftir, at politiska skipanini tekur ábyrgd, ber til at fara inn á heimasíðu Landsbankans at royna myndilin:

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)