20Mai15 1811
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

11. november. 2026 | Áskoðan | Arbeiðsmarknaður

Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

Nógvir føroyskir arbeiðsgevarar eru í einari støðu, har teir mangla starvsfólk við røttu førleikunum. Vit hava nú í fleiri ár havt eitt arbeiðsloysi á umleið 1 prosent, og samstundis hava vit hægsta vinnutíttleika í Evropa.

Í einari slíkari støðu skuldi tú hildið, at politiska skipanin kýtti seg at geva føroyskum arbeiðsgevarum betri møguleikar at manna tey størvini, sum tørvur er á. Men við lógaruppskotinum, sum Aksel V. Johannesen hevur lagt fyri Løgtingið, verður júst tað øvugta gjørt. Uppskotið lækkar skattin munandi hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, samanborið við tey, sum arbeiða í Føroyum.

Ein løntakari, sum arbeiðir á landi í Noregi og forvinnur 500.000 kr. um árið (góðar 40.000 kr. um mánaðin), hevur knappar 4.000 kr. meira eftir um mánaðin eftir skatt. Harumframt er ætlanin at hækka samdøgursfrádráttin hjá teimum, sum arbeiða á sjónum.

Útlendskir arbeiðsgevarar kunnu gníggja sær í hondunum, tí nú verður tað nógv lættari hjá teimum at kappast við føroyskar arbeiðsgevarar um starvsfólkini. Enn einaferð skjóta vit føroyingar okkum sjálvar í fótin.

Frammanundan rinda føroyingar, sum arbeiða uttanlands, lægri skatt enn føroyingar, sum arbeiða í Føroyum. Nú verður munurin uppaftur størri, og kappingin enn meira ójøvn.

Í lógaruppskotinum verða gjørdar tríggjar broytingar, sum minka um skattin av uttanlandsinntøku:

  1. Uttanlandsfrádrátturin verður hækkaður úr 48.000 kr. um árið upp í 84.000 kr um árið
  2. Samdøgursfrádrátturin verður hækkaður upp í 210 kr. um samdøgrið
  3. Gjald til sosialar skipanir, sum t.d. NAV, kann dragast frá í skattinum, tó í mesta lagi 6,5 prosent

Hví gjøld til norsku sosialu tryggingarskipanina NAV skulu kunna dragast frá í skattinum, sum verður goldin í Føroyum, er púra óskiljandi. Serliga tá ið føroysku sosialu gjøldini (ALS, Heilsutrygd, AMEG og Barsilsgjald) ikki á sama hátt kunnu dragast frá í skattinum.

Felags fyri hesar broytingarnar er, at tær geva føroyingum, sum arbeiða uttanlands, munandi betri skattligar treytir enn teimum, sum arbeiða í Føroyum. Politiska skipanin skrivar í roynd og veru ein kekk til tey, sum fara uttanlands at arbeiða, meðan tey, sum arbeiða í Føroyum, ikki fáa somu fyrimunir.

Heldur átti samgongan at javnsett løntakararnar og lækkað lønarskattin hjá øllum føroyingum. Um eitt starvsfólk tá heldur, at tað fær betri lønar- og setanartreytir við at arbeiða uttanlands, stendur tað viðkomandi púra frítt at velja útlandið.

Men tað eigur at vera útlendski arbeiðsgevarin - og ikki føroyski skattgjaldarin - sum rindar tað, ið krevst fyri at fáa føroyingar at velja arbeiði uttanlands fram um arbeiði í Føroyum.

Lógaruppskotið hjá landsstýrinum sæst her. 

Samanbering av skatti og sosialum gjøldum
Niðanfyri er ein samanbering av skatti og sosialum gjøldum hjá einum føroyingi, sum arbeiðir á landi í ávikavist Føroyum og Noregi og forvinnur 500.000 kr. um árið áðrenn skatt.

Arbeiðir á landi - 2027Arbeiðir í FOArbeiðir í NO - rindar til NAVArbeiðir í NO - rindar ikki til NAV
Lønarinntøka500.000500.000500.000
Uttanlandsfrádráttur084.00084.000
Skattskyldug inntøka500.000416.000416.000
Bruttoskattur (inkl NAV-gjald)167.715272.834234.834
Frádráttur fyri inntøkuskatt í NO og NAV-gjald0121.73489.234
Nettoskattur167.715151.100145.600
Sosial gjøld FO27.900023.492
Tilsamans at gjalda195.615151.100169.092
Inntøka eftir skatt og sosial gjøld304.385348.900330.908
Munur-44.515-26.523

Annað á breddanum

  1. Skúvadal og KG vunnu ársins heiðursbrøv

    Gunnar Skúvadal varð kosin Ársins ferðavinnufólk, meðan KG fekk heiðurin sum Ársins átak á árligu Ferðavinnustevnuni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    20261111 102218000 Ios
  2. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  3. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    11. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða