250919 Vinnudagurin CO Web 1
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

22. juni. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

Eina ferð um árið savnast fólk úr øllum krókum av føroyska vinnulívinum til Vinnudagin. Hetta er ein dagur, har vit ikki bara hyggja aftur, men eisini fram. Ein dagur, har vit fegnast um tað, sum hevur eydnast, og varpa ljós á tey, sum vísa vegin.

Eitt av hæddarpunktunum er, tá ið heiðurin Vinnuátakið verður latin, og tú kanst vera við til at avgera, hvør fær hann í ár.

Tað eru mong, sum skapa úrslit, men nøkur tora eitt sindur meira. Tey síggja møguleikar, har onnur síggja avbjóðingar, og arbeiða miðvíst við burðardyggari menning – fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga. Tað eru hesi, vit vilja varpa ljós á, tá ið vit lata heiðurin Vinnuátakið 2026.

Heiðurin verður latin virki ella einstaklingi, sum hevur framt eitt serligt vinnuligt átak. Tað kann vera ein nýskapandi verkætlan, ein langtíðar tilgongd ella ein ítøkilig loysn, sum hevur flutt mørk og skapað nýggjar møguleikar.

Tað kann vera ein nýmótans framleiðsluháttur. Eitt grønt skifti. Eitt arbeiðslag, sum styrkir trivnaðin og samfelagsligu ábyrgdina. Ella nakað heilt annað. Tað avgerandi er, at átakið er viðkomandi og gevandi.

Hevur tú eitt uppskot?
So ert tú vælkomin at senda tað til ossur@industry.fo í seinasta lagi 20. juli. Tú kanst skjóta eitt átak upp, sum tú sjálv/ur hevur sæð, lisið um ella arbeitt við. Tað er sjálvsagt eisini loyvt at tilnevna eitt átak, sum títt egna virki hevur staðið fyri.

Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur sent uppskotini inn.

Vit síggjast til Vinnudagin fríggjadagin 18. september. Tá fáa vit at vita, hvør fær heiðurin Vinnuátakið 2026. Kanska verður tað títt uppskot?

Á Vinnudegnum í fjør valdi ein samd dómsnevnd at lata Atlantic Airways Aviation Academy heiðurin. Les grundgevingina her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)