Vinnudagur 2024 Ársins Vinnuátak
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2025?

23. juni. 2025 | Tíðindi

Heiðurin Vinnuátakið 2025 verður latin á Vinnudegnum 19. september, og tú kanst tilnevna. Uppskot skulu sendast inn í seinasta lagi 5. juli

Eina ferð um árið savnast fólk úr øllum krókum av føroyska vinnulívinum til Vinnudagin. Ein dagur, har vit ikki bara hyggja aftur, men eisini fram. Har vit fagna tí, sum hevur eydnast, og hyggja at teimum, sum vísa vegin.

Eitt av hæddarpunktunum er, tá ið heiðurin Vinnuátakið verður latin, og tú kanst vera við at avgera, hvør fær hann í ár.

Tað eru mong, sum skapa úrslit, men tað eru nøkur, sum tora eitt sindur meira. Sum síggja møguleikar, har onnur síggja avbjóðingar. Sum arbeiða miðvíst við burðardyggari menning – fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga. Tað eru hesi, vit vilja varpa ljós á, tá ið vit lata heiðurin Vinnuátakið 2025.

Heiðurin verður latin virki ella einstaklingi, sum hevur framt eitt serligt vinnuligt átak. Tað kann vera ein nýskapandi verkætlan, ein langtíðar tilgongd ella ein ítøkilig loysn, sum hevur flutt mørk og skapað nýggjar møguleikar.

Tað kann vera ein nýmótans framleiðsluháttur. Eitt grønt skifti. Eitt arbeiðslag, sum styrkir um trivnað og samfelagsliga ábyrgd. Ella nakað heilt fjórða. Tað avgerandi er, at átakið er viðkomandi og gevandi.

Hevur tú eitt uppskot?

So ert tú vælkomin at senda tað til ossur@industry.fo í seinasta lagi 5. juli. Tú kanst velja at skjóta eitt átak upp, sum tú sjálvur hevur sæð, lisið um ella arbeitt við. Og tað er sjálvsagt loyvt at tilnevna eitt átak, sum títt egna virki hevur staðið fyri.

Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur sent uppskotini inn.

Vit síggjast til Vinnudagin fríggjadagin 19. september. Tá vita vit, hvør fær heiðurin sum Vinnuátakið 2025. Kanska verður tað títt uppskot?

Á Vinnudegnum í fjør valdi ein samd dómsnevnd at geva heiðurin til Spírar & Sporar. Les grundgevingina her.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4