IMG 5467
Ferðavinnufelagið

Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

29. september. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

Árliga Ferðavinnustevnan verður fríggjadagin 6. november á Panorama á Hotel Hafnia. Á stevnuni verða heiðursbrøv handað Ársins ferðavinnufólki og Ársins átaki.

Tilnevningar til heiðursbrøvini kunnu saman við grundgeving sendast til industry@industry.fo í seinasta lagi týsdagin 6. oktober.

Í dómsnevndini sita Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Annika Lisberg fyri kunningarstovurnar.

Ársins ferðavinnufólk
Heiðurin verður latin einum, sum ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði og hevur beinleiðis samband við ferðafólk. Tað kann vera fólk, sum ger serligan mun í ferðavinnuni og sum við eldhuga og nærlagni er við til at geva ferðafólkum eina góða uppliving.

Ársins átak
Heiðurin verður latin teimum, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, og sum hava fingið eitt gott hugskot og gjørt tað til veruleika.

Einstaklingar, fyritøkur, stovnar ella felagsskapir kunnu vinna ársins átak. Treytin er, at tey í farna árinum hava gjørt okkurt nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Á Ferðavinnustevnuni 2025 vórðu hesi heiðrað:

  • Fríðun Jacobsen – Ársins ferðavinnufólk

  • Við Tjarnir – Ársins átak

  • Poul Andrias Ziska – Ársins avrik

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios