Bygging 1
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvør skal standa fyri at byggja leigubústaðir?

15. september. 2025 | Áskoðan

Bústaðir hevur boðað frá, at tey trýsta á pausu. Lítið og einki hendur hjá kommununum at brúka heimildina at byggja leigubústaðir. Tað privata heldur seg aftur, tí kappingin er ójøvn

Stórur tørvur er á bústøðum í Føroyum, og leigumarknaðurin er lítið mentur í mun til grannalondini. Í slíkari støðu skuldi tú hildið, at kommunurnar gjørdu alt, tær eru mentar, fyri at útstykkja til bæði eigara- og leigubústaðir, og at almennir og privatir byggiharrar stóðu í kø at sleppa framat at byggja leigubústaðir, nú eftirspurningurin eftir bústøðum er so stórur.

Men tað er ikki støðan. Tvørturímóti.

Almenna bústaðarfelagið Bústaðir hevur boðað frá, at tey fyribils trýsta á pausu millum annað tí, at prísstøðið er so høgt. Tí verður ikki farið undir nýggjar verkætlanir í bræði.

Kommunurnar hava fingið eina nýggja heimild til at byggja sonevndar ”almannagagnligar bústaðir”, men lítið bendir á, at henda heimildin verður nógv nýtt. Privatu byggiharrarnir eru meira varnir, nú vandi er fyri at skula kappast við kommunalar leigubústaðir, har upp til 40% av íløgukostnaðinum ikki skal forrentast.

Tí hugsavna privatir byggiharrar seg nú um eigarabústaðir, har minni váði er. Ella møguliga at byggja leigubústaðir, sum onnur kunnu umsita og leiga út. Tað er positivt, at áhugi er fyri at byggja eigarabústaðir, men leigubústaðarmarknaðurin haltar. 

Í stuttum merkir hetta, at áhugin at byggja leigubústaðir er minkaður, hóast áhugin at leiga er stórur. Fyri at koma burturúr naggatódnini eigur kappingin millum alment og privat at verða javnsett, so treytirnar verða tær somu. Hetta kann styrkja áhugan millum privatar byggiharrar at byggja leigubústaðir. 

Ein javnseting av treytinum merkir serliga, at allur kapitalkostnaðurin verður forrentaður. Samstundis kann ein skipan við býlisstuðli setast í verk, so tey, sum hava størsta tørvin, fáa eitt ískoyti til húsaleiguna. Líkamikið, um tað verður leigað frá tí almenna ella tí privata.

Um allur kapitalurin verður forrentaður, gevur tað eisini Bústøðum ein nýggjan møguleika at leysgeva kapital. Tá er ikki neyðugt, at Bústaðir skal eiga bygningarnar, sum leigumálini eru í og harvið binda kapitalin í húsaognunum. 

Í staðin kunnu lidnu bygningarnar verða seldir til íløgufeløg, eitt nú pensiónsfeløg. Av tí at eingin byggiváði er, fara íleggjarar sannlíkt at krevja eina lægri forrentning av ognunum. 

Bústaðir kann so leiga bygningin aftur yvir eitt áramál og standa fyri rakstri og útleigan.

Ein slík skipan hevði givið Bústøðum betri gjaldføri, so tað skjótari kann farast undir nýggjar verkætlanir at útvega fleiri leigubústaðir.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)