Hvussu gangnýta møguleikar í Arktis

19. november. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í morgin 20 nov. 2012 verður skipað fyri einum tiltaki, har fokus verður sett á hvørjar vinnuligir møgugleikar eru í arktiskum høpi.

Fyrrapartin verða verkstovur, har arbeitt verður við ymisku vinnuøkjunum og seinnapartin verður alment tiltak frá kl 13.00 til 15.00.

Tað er Uttanríkistænastan sum bjóðar inn, í samstarvi við Norðurlandahúsið, til alment kjak um framtíð Føroya í Arktiskum høpi.

Sjóneykan verður sett á vinnuligu møguleikarnar: Hvussu gagnnýta vit nýggju møguleikarnar, so hesir verða gjørdir til ítøkiligan vinning fyri landið? Á hvørjum økjum eru Føroyar mest kappingarførar í mun til tilgongdina í arktiska økinum? Hvørjar tillagingar skulu vit fremja, og hvørjir førleikar skulu mennast?

Tiltakið byrjar við einum fyrilestri við Rasmus G. Bertelsen, sum granskar í altjóða politikki á Arktiska Deplinum á Aalborg Universitet. Hann fer at røða um Arktisk viðurskifti og framtíðar avbjóðingar.

Luttøka verður eisini frá umboðum úr føroyska vinnulívinum, sum fyrrapartin hava luttikið í verkstovuarbeiði fyrrapartin. Umboð fyri hvørja verkstovu leggja fram um møguleikar og avbjóðingar innan ávikavist sjóvinnu, kolvetnisvinnu og tænastuvinnu. Síðani verður orðaskifti, har øll áhuga fáa møguleika at siga sína hugsan um, hvussu vit best gagnnýta nýggju møguleikarnar.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737