Hvussu kunnu fyritøkur halda tilmælini

30. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyritøkur, sum eru limir í feløgum í Vinnuhúsinum, kunnu fáa ráðgeving, um hvussu tær kunnu leggja til rættist og halda almennu tilmælini fyri at fyribyrgja smittu av COVID-19.

Gudny Vang ráðgevur fyritøkum

Nú løgmaður hevur fráboðað, at enn størri partur av vinnuliga virkseminum, kann fara í gongd aftur, minna vit á, at til ber hjá fyritøkum, sum eru limir í feløgum í Vinnuhúsinum at fáa ráðgeving uttan eyka kostnað.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ráðgeva tøkan, sum kann ráðgeva fyritøkum um, hvussu tær á bestan hátt kunnu hava virksemið koyrandi, men í einum og øllum hava skipanir og ein atburð sum minkar um spjaðing av smittuni. Hava fyritøkur tørv á ráðgeving ber til at senda teldupost til gudny@industry.fo ella ringja 739908.

Henda tænasta hevur verið virkin síðan Føroyar var sett niður í ferð umleið hálvan mars og ein røð av fyritøkum hava nýtt henda møguleika.

Coronasíðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt ein portal við kunning til føroyskar fyritøkur í s.v. Corona-farsóttina. Herundir hvussu til ber at avmarka smittu á arbeiðsplássum, ferðing um landamørk, útlendska arbeiðsmegi og innihald í hjálparátøkunum hjá landinum.

Kunningin verður dagførd eftir tørvi og so hvørt sum broytingar henda, sum eru viðkomandi fyri fyritøkur.

Heimasíðan er at finna her: www.industry.fo/corona

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)