Harriet Rógvi Símun
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hvussu lofta vit hugskotum?

15. september. 2025 | Tíðindi

Á Vinnudegnum verður høvi at hoyra Símin S. Sivertsen, Rógva Róin og Harriet Olafsdóttir av Gørðum

Árligi Vinnudagurin verður 19. september í Norðurlandahúsinum, og tá verður sjóneykan sett á tað, sum mangan er avgerandi fyri vøkstur og menning. Innovatión. At duga at síggja eitt hugskot, lofta tí og menna tað víðari til veruleika.

Undir heitinum “Hvussu lofta vit hugskotum?” fara tríggjar føroyskar fyritøkur at leggja fram stuttar fyrilestrar um, hvussu tær arbeiða við innovatión, og hvat hevur verið lykilin til, at hugskotini hava vunnið frama.

Fyrilestrarnir fevna um ymiskar vinnugreinar og geva eitt fjøltáttað innlit í, hvussu føroyskar fyritøkur og einstaklingar arbeiða við innovatión. Tað vera Símun S. Sivertsen, Rógvi Róin og Harriet Olafsdóttir av Gørðum, sum fara at greiða frá.

Símin hevur ment Bergfrost til at gerast ein sterkur leikari á marknaðinum. Rógvi hevur staðið á odda fyri menningini av Petur Larsen, ið sameinir royndir og innovativar vegir innan fyri tænastur til fiskiídnaðin, meðan Harriet hevur víst, hvussu hugskot innan fyri landbúnað og nýskapan kunnu gerast til burðardyggar verkætlanir.

Les meira um Vinnudagin og melda til her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios