Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november
Hvussu skilja vit gestir, sum koma úr øðrum mentanum? Og hvussu kunnu vit gerast betri til at samskifta og samstarva við fólk, sum hava aðra mentanarliga bakgrund enn vit sjálvi?
Hesir spurningar verða settir á breddan á árligu Ferðavinnustevnuni, har sjóneykan í ár millum annað verður sett á mentanarmunir og týdningin av góðum samskifti í ferðavinnuni.
Við ítøkiligum dømum og hugleiðingum verður komið inn á, hvussu størri mentanarfatan kann styrkja samstarvið, bøta um samskiftið og skapa enn betri upplivingar fyri gestir í Føroyum.
Á skránni eru millum onnur Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, Jóna Thomsen, verkætlanarsamskipari í Tórshavnar kommunu, og Annika S. Biskopstø, undirvísari í mentanarfatan.
Ráðstevna og veitsla
Sum vant verður Ferðavinnustevnan skipað við ráðstevnu seinnapartin og veitslu um kvøldið.
Á veitsluni verður eisini høvi at hátíðarhalda tey, sum hava gjørt ein serligan mun fyri føroysku ferðavinnuna í árinum. Tá verða heiðursbrøvini Ársins ferðavinnufólk og Ársins átak handað.
Ferðavinnustevnan er eitt afturvendandi savningarstað hjá fólki úr øllum pørtum av ferðavinnuni. Her er høvi at fáa nýggjan íblástur, knýta sambond, skifta orð um felags avbjóðingar og saman hátíðarhalda ferðavinnuárið 2026.
Tíð og stað
Fríggjadagin 6. november 2026 á Panorama, Hotel Hafnia.
- Ráðstevna: kl. 15.30–18.00
- Veitsla: kl. 18.00–00.00
Luttøkukostnaður
Limir í Ferðavinnufelagnum:
- Ráðstevna: 595 kr.
- Ráðstevna og veitsla: 995 kr.
Onnur:
- Ráðstevna: 995 kr.
- Ráðstevna og veitsla: 1.995 kr.
Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum starvast í ella hava tilknýti til ferðavinnuna.
Melda til her: