2149187347
Handilsvinnufelagið

Hvussu stórar inntøkur fær landskassin av matvørum?

29. september. 2025 | Tíðindi | Handilsvinna

Frá 2017 til 2024 hevur landskassin fingið meira enn 2,2 mia. kr. í mvg, tollum og avgjøldum á matvørum. Bara í 2024 vóru inntøkurnar umleið 325 mió. kr. Hetta vísir, at stórur partur av prísinum, vit gjalda við kassan, fer beinleiðis í landskassan

Seinastu tíðina hevur aftur verið nógv kjak um matvøruprísir í Føroyum. Ofta verður víst á, at vit eru millum dýrustu lond í heiminum at keypa inn í. Tá ið vit fara til handils, síggja vit bert endaliga prísin á hillini, men prísurin sigur lítið um, hvussu hann er samansettur.

Hvussu nógv kostar tað at reka handilin? Hvussu nógv kostar flutningurin? Og ikki minst, hvussu nógv verður lagt á í gjøldum, sum fara beinleiðis í pengakassan hjá landskassanum.

Handilsvinnufelagið, sum er vinnugreinafelag í Vinnuhúsinum, hevur tí umvegis innlitsumbøn savnað tøl frá TAKS, sum vísa, hvussu stórar inntøkur landskassin hevur fingið frá mvg, tolli og avgjøldum á matvørum í tíðarskeiðnum 2017–2024.

Mvg er tyngsta gjaldið
Mvg er 25% og verður lagt á matvørur, sum verða innfluttar til Føroya. Sambært TAKS er mvg ein prosentupphædd, sum Løgtingið leggur á kostnaðin á vørum og tænastum. Í tollhøpi verður mvg lagt á alt uttan á avgreiðslugjaldið.

Í tíðarskeiðnum 2017–2024 hevur landskassin fingið tilsamans 1,8 mia. kr. í mvg á matvørum. Hetta er størsti einstaki parturin av prísinum, sum endar í landskassanum. Niðanfyri er stabbamynd, sum vísur inntøkurnar fyri hvørt ár.

 

Inntøkur hjá landskassanum fyri mvg

 

 

GATT-tollur rakar ávísar matvørur
Sambært TAKS er GATT-tollur tollur á vørum úr londum, sum Føroyar ikki hava handilssáttmála við. Hann rakar tí bert ávísar matvørur. GATT er stytting fyri The General Agreement on Tariffs and Trade.

Í 2017–2024 hevur landskassin fingið 57 mió. kr. í GATT-tolli á matvørum. Stabbamyndin niðan fyri vísur inntøkurnar fyri hvørt ár.

 

Inntøkur hjá landskassanum fyri GATT-toll

 

 

400 mió. kr. í avgjøldum
Afturat mvg og GATT-tolli verða eisini sokallað punktgjøld løgd á. Tey verða roknað bæði sum prosentgjald av virðinum, og sum gjald pr. kilo. Tilsamans hava hesi avgjøld givið landskassanum 400 mió. kr. í inntøkum frá 2017 til 2024. 

Sambært vøruskránni hjá TAKS er talan m.a. um vørur av grønmeti, rávørur til bakstur, sjokulátu og sukur. Stabbamyndin niðan fyri vísur inntøkurnar hjá landskassanum fyri avgjøld á matvørum býtt á prosentgjald og kilogjald.

 

Inntøkur hjá landskassanum fyri avgjøld

 

 

Hvat fær landskassin so tilsamans?
Leggja vit øll gjøldini saman, so hevur landskassin fingið tilsamans 2,2 mia. kr. í inntøkum frá mvg, tollum og avgjøldum á matvørum í tíðarskeiðnum 2017–2024.

Bara í 2024 vóru inntøkurnar umleið 325 mió. kr. í mun til 230 mió. kr. í 2017. Hetta er ein vøkstur upp á slakar 100 mió. kr. upp á átta ár. Stabbamyndin niðan fyri vísur inntøkurnar til samans fyri hvørt ár.

 

Inntøkur hjá landskassanum tilsamans

 

 

Kjakið má eisini snúgva seg um gjøldini
Prísurin á matvørum í Føroyum verður ikki bara ásettur av innkeypsprísinum og útreiðslunum hjá handlunum, men í stóran mun eisini av teimum gjøldum, sum verða løgd á, áðrenn vøran kemur á hillina.

Handilsvinnufelagið heldur, at hetta eigur at verða ein týðandi partur av kjakinum um prísirnar á matvørum í Føroyum. Tí stórur partur av tí, vit gjalda við kassan, endar beinleiðis í landskassanum.

Annað á breddanum

  1. Stór ráðstevna um arbeiðsumhvørvi við Tjarnir

    Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025 setir sjóneykuna á trygg og góð arbeiðspláss – fríggjadagin 31. oktober við Tjarnir

    29. september. 2025 | Almenn tíðindi
    483506580 665157336035325 4874313593487816314 N
  2. Ársins ferðavinnufólk og ársins átak – hvør fær heiðurin?

    Tilnevnið Ársins ferðavinnufólk og Ársins átak áðrenn 20. oktober. Heiðursbrøvini verða latin á Ferðavinnustevnuni 7. november á Hotel Hilton

    22. september. 2025 | Ferðavinna
    4
  3. Vinnudagurin verður 18. september næsta ár

    Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum 2025, sum bjóðaði íblástur, kjak og góðar samrøður. Næsti Vinnudagur verður 18. september 2026

    22. september. 2025 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 19