Starvsfólkatørvurin Hjá Privatu Vinnuni 27.08

Hvussu stórur er starvsfólkatørvurin í privatu vinnuni?

28. august. 2024 | Tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur spurt 100 fyritøkur um teirra starvsfólkatørv í løtuni og hvat tey vænta at hava brúk fyri um fimm ár.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrrapartin lagt fram úrslitini í stóru spurnarkanningini um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.

Høvuðsniðurstøðurnar í spurnarkanningini eru:

  • Privata vinnan hevur ein umfatandi starvsfólkatørv
  • Tað er gravgangur eftir yrkislærdum
  • Útlendsk starvsfólk hava stóran týdning fyri privatu vinnuna
  • Útbúgvingarøkið er ein avgerandi liður at tryggja røttu førleikarnar
  • Stórur tørvur á fólkum við KT-førleikum

Lagt fram á ársins virki
100 fyritøkur vórðu spurdar um teirra starvsfólkatørv í løtuni og hvat tey vænta at hava brúk fyri um fimm ár.

Høvuðsendamálið við spurnarkanningini var at fáa neyvari at vita, hvør ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er. Í kanningini varð millum annað spurt um tørvin í teimum ymisku vinnugreinunum og hvat slag av førleikum, sum tørvur er á. Allar fyritøkurnar vórðu eisini spurdar um, hvørji átøk eru skilabest at gera fyri at fáa fatur á røttu starvsfólkunum.

Spurdu fyritøkurnar virka í ymiskum vinnugreinum, eisini eru tær ymiskar í stødd og eru staðsettar kring alt landið. Fyritøkurnar í kanningini umboða umleið 9.100 ársverk í privatu vinnuni.

Úrslitini í spurnarkanningini vórðu løgd fram á høvuðssætinum hjá Navigare Shipping í Søldarfirði.

Navigare Shipping varð kosið ársins virki á Vinnudegnum í 2023.

Úrslitið av spurnarkanningini kann lesast her:
Starvsfólkatørvurin í privatu vinnuni

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737