Hvussu verða telduspøl og skipanir gjørd?

06. desember. 2021 | Tíðindi | KT- og samskifti

Átakið #Rita1tíma er hesa vikuna. Her hava skúlanæmingar høvi at læra at gera m.a. telduspøl á ein stuttligan og læruríkan hátt.

KT-felagið hevur nú í fleiri ár skipað fyri tiltakinum #Rita1tíma, sum hevur til endamáls at geva næmingum innlit í, hvat liggur aftanfyri telduspøl og skipanir. Hetta er altjóða átakið Hour of Code, har skúlanæmingar kring allan heimin læra at forrita. KT-felagið hevur føroyska átakið og hevur eisini staðið fyri at umseta forritanarlæringsspælið Blockly Games, ið á føroyskum eitur Blokkaspælið.

Stýra vit teldunum, ella stýra tær okkum?

KT-felagið hevur ilt við at skilja, at nærum eingin frálæra er í forritan í fólkaskúlanum ella miðnámsskúlum. Tað eru fá tekin um, at framtíðin inniber minni forritan ella færri talgildar skipanir. Tí átti frálæra í forritan at verið ein nátturligur partur at skúlaskemanum.

Tað eru hóast alt onkrir glottar, har skúlar sjálvir taka stig til at seta forritan og teldutøkni á skrá. M.a. bjóðar skúlin á Argja Hamri Tøknuliga fatan sum valfak og NámX hevur KT-breyt. Hetta fegnast KT-felagið um, tí um vit ikki skilja hvat liggur aftanfyri skýggjarnar, verður torført at stýra hvat er á skýggjunum.

Men við átakinum #Rita1tíma vónar KT-felagið, at áhugin fyri forritan veksur hjá næmingum og lærarum. Lítið er at ivast í, at hesir førleikar vera nógv eftirspurdir í framtíðini.

Kapping

KT-felagið hevur seinastu árini skipað fyri lutakasti, har ein heppin flokkur er sloppin í biograf til film eftir egnum ynski. Trekt hevur verið ímillum allar flokkar sum hava luttikið.

Í ár hevur felagið gjørt av, at bjóða trimum flokkum í biograf. Fyri at luttaka skal flokkurin skráseta seg á www.rita.fo, umframt at senda eina mynd frá tímanum, har næmingarnir hava forrita til KT-felagið á industry@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737