Í minsta lagi 900 føroyingar starvast beinleiðis innan shippingvinnuna

05. februar. 2018 | Tíðindi | Shipping

Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur havt aðalfund

Mikudagin 31. januar hevði Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen. Allir vórðu teir afturvaldir.

Í ársfrásøgnini, sum formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, legði fram á aðalfundinum, varð m.a. víst á eina uppgerð, sum er grundað á tøl frá limunum í RFF, og sum vísir, hvussu nógv fólk starvast í vinnugreinini, á sjógvi og landi.

Uppgerðin vísir, umleið 600 føroyingar hava sín vinnuveg við einum handilsskipi. Afturat hesum eru knapt 400 sjófólk úr hinum norðurlondunum og umleið 350 sjófólk aðrastaðni frá. Á sjónum er talan um útvið 1350 sjófólk.

Tað er harafturat vert at leggja merki til, at út við 300 fólk á landi hava sín vinnuveg í einum reiðaríi, sum er limur í RFF.

Afturat hesum koma sjálvandi fleiri onnur, sum ikki starvast beinleiðis hjá einum limi í RFF, men sum annars hava alt ella partar av sínum yrki í vinnugreinini.

Tað er sostatt einki at ivast í, at vinnugreinin er ein týðandi partur av føroyska vinnulandslagnum, og at vinnugreinin, eisini tá talan er um arbeiðspláss, er við til at styrkja føroyska samfelagið.

Skipini hjá limareiðaríunum í RFF virka í Norður-Europa, Norður-Amerika, Afrika, Indiska Havinum, stutt sagt um allan heimin, tó virka flest skip í norður-europeiskum øki.

Til ber at lesa alla nevndarfrásøgnina her.

Í nevndini í RFF sita nú Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.

Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737