Í morgin kunnu øll melda til Vinnudagin 2019

02. september. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 27. september verður Vinnudagurin, og í morgin 3. september ber til hjá øllum at melda til.

Í dag er seinasti dagur, at tað einans er gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2019, tí í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna, og aftur í ár er undirtøkan fyri Vinnudegnum stór.

Fyrilestrahaldararnir á Vinnudegnum 2019 verða Sir Bob Geldof, heimskendur tónleikari, forsprákari og íverkseti, Dr. Cleopatra Doumbia-Henry, forkvinna fyri World Maritime University, og Peter Lund Madsen, heilagranskari og rithøvundur.

Undir yvirskipaða heitinum “Tankar og hugspor um Ársins Virki og Ársins Átak” fara Eivind av Reyni, Mouritz Mohr og Mortan í Hamrabyrgi, allir umboðandi vinnarar av ávikavist Ársins Virki og Ársins Átaki at hyggja aftur á heiðurin, og hvønn týdning hann hevur.

Í Klingruni í Norðurlandahúsinum verður ein framsýning av keipumyndum av undanfarnum vinnarum av Ársins Virki og Ársins Átaki. Tað er Hannis Egholm, sum teknar.

Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðu hjá Vinnuhúsinum.

Les meira um Vinnudagin her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737