Íløgufeløg trúgva uppá framgongd í næstum.

15. desember. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Teir kreppuraktu marknaðirnir vera betur fyri innan summarið 2010. Soleiðis ljóðar tann bjartskygda frágreiðingin frá toppleiðarunum í teimum donsku og altjóða íløgufeløgunum.

53 prosent av toppleiðarunum í íløgufeløgunum trúgva uppá at marknaðurin, innan teir komandi 18 mánaðirnar, vendur aftur til støðuna áðrenn fíggjarkreppuna. Vænta verður tó, at tað verður verri enn, áðrenn vend kemur í. 78 prosent halda nevniliga, at botnurin enn ikki er náddur. Hettar vísir ein nýggj altjóða kanning, sum er gjørd av The Economist Intelligence Unit (EIU) fyri Ráðgevarafyritøkuna Celerant Consulting.
(Kelda: DI Business)

Annað á breddanum

  1. Frídagar um jólini – hvat er galdandi?

    Fá yvirlit yvir frídagar um jólini og nýggjárið, og hvussu arbeiði hesar dagar verður lønt

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Frídagar Um Jólini 26
  2. Flogternur og flogtænarar fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur og flogtænarar er undirskrivað

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    FAG Súlan
  3. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811