Íløgur í elektroniska infrakervið kunnu flyta Føroyar framá

23. januar. 2012 | Áskoðan

Í Føroyum hava vit seinastu øldina dugað væl at útbygt vegakervið, og tað hevur uttan iva haft stóran leiklut í tí búskaparvøkstri vit hava haft í Føroyum í 20. øld. Um almennu íløgurnar framhaldandi skulu verða viðvirkandi til at skapa búskaparvøkstur í Føroyum, hava vit nú tørv á at breiðka sjónarringin, og at raðfesta útbyggingar av elektroniska infrakervinum líka høgt sum íløgurnar í vegakervið. Eitt gott elektroniskt infrakervi er í dag líka týdningarmikið fyri vinnulívið sum eitt vælútbygt vegakervi.

OECD metir, at nýtslan av kunningar- og samskiftistøkni er av avgerandi týdningi fyri búskaparvøksturin í einum landi. Lond, sum duga betri at gagnnýta møguleikarnar í kunningar- og samskiftistøkni, hava størri búskaparvøkstur enn lond, sum ikki duga líka væl at gagnnýta hesar møguleikar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at landið eigur at gera eina ambitiøsa ætlan fyri digitalisering av føroyska samfelagnum og at seta av ein part av íløgukarminum til at fremja hesa ætlan.
Meira ítøkiliga eigur landið sum skjótast at fremja hesar íløgur:
1.       Eina skipan við digitalum signaturi fyri allar føroyskar borgarar og fyritøkur.
Føroyar hava møguleika at menna ella at binda seg í verandi skipan við digitalari undirskrift, og hetta eigur at verða fyrsta verkætlanin, sum landið setir sær fyri at fremja. Her er einki at bíða eftir.
2.       Ein partur av íløgukarminum eigur hvørt ár at verða settur av til at digitalisera samskiftið millum almennar stovnar og ráð og millum tað almenna og tað privata.
Vit búgva í Føroyum við teimum geografisku avbjóðingum tað gevur. Vit hava tí tørv á at gera íløgur, sum minka um vansan við at reka vinnu og búleikast í einum fjarskotnum oyggjalandi.
Tá heildarætlanin fyri føroyska vegakervið hjá norska verkfrøðinginum Hans Horn var til viðgerðar í Løgtinginum fyri góðum 100 árum síðani, vóru fleiri tingmenn ógvuliga ivasamir. Onkur helt at báturin altíð fór at vera álitið hjá føroyingum og onkur annar helt, at tað var óvirðilig at koyra. Tó eydnaðist tað ikki afturhaldinum at vinna á hugsjónarfólkunum, og vit síggja í dag tann veldiga týdning íløgurnar í vegakervið hava haft fyri framburðin í Føroyum.
Nú, eina øld seinni, hava vit framvegis tørv á hugsjónarfólki at síggja tær avbjóðingar og møguleikar, sum liggja fyri framman. Innan elektroniskan infrastruktur og eisini á øðrum økjum. Kunnu Føroyar seta eina greiða kós at digitalisera føroyska samfelagið er nógv vunnið.

Annað á breddanum

  1. Skeið um grundleggjandi setanarviðurskifti

    Í komandi viku skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri skeiði um grundleggjandi setanarviðurskifti

    19. mai. 2026 | Handverk og ídnaður
    IMG 0993
  2. Kunningarfundur um semjuna við arbeiðarafeløgini

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi fyri limum um nýggju semjuna við arbeiðarafeløgini

    18. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 2
  3. Vinnuferð til Grønlands

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar í heyst fyri vinnuferð til Nuuk, har fyritøkur kunnu styrkja sambond og kanna nýggjar møguleikar

    18. mai. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnuferd Nuuk