India Handilssáttmálar
Føroya Arbeiðsgevarafelag

India ger fleiri nýggjar handilssáttmálar

27. oktober. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinasta árið hava bæði EFTA og Stórabretland gjørt nýggjar handilsavtalur við India. Sum skilst eru samráðingarnar millum ES og India væl á veg, og ein avtala kann verða liðug áðrenn ársskiftið


Fyri góðum ári síðani undirskrivaði EFTA – hvørs limalond eru Noreg, Ísland, Sveis og Liktinstein – eina fríhandilsavtalu við India, og í summar gjørdi Stórabretland somuleiðis eina víðfevnda avtalu við sama land. ES og India hava sett sær sum mál at fáa eina avtalu upp á pláss áðrenn ársenda 2025.

Hetta vísir, at áhugin fyri at menna handilssambond við India er stórur bæði í okkara nærumhvørvi og hjá okkara kappingarneytum, sum nú fáa betri marknaðaratgongd til ein stóran og vaksandi marknað. 

Tørvurin á handilsavtalum við India er stórur, tí India hevur sum heild ein høgan verjutoll á innflutningi. Eitt nú er tollurin á flestu fiskavørum oman fyri 30%, um eingin fríhandilsavtala er galdandi.

Føroyar standa uttanfyri
Í fjør var løgmaður á odda fyri handilsferð til India, har endamálið var at styrkja sambondini millum føroyskt vinnulív og indiskar myndugleikar og fyritøkur. 

Men nú, tá ið fleiri av okkara kappingarneytum fáa nógv betri marknaðaratgongd til indiska marknaðin, er greitt, at indiski marknaðurin verður neyvan veruliga áhugverdur fyri føroyskar útflytarar, fyrr enn Føroyar eisini fáa sína egnu fríhandilsavtalu.

Vinnuhúsið hevur í fleiri ár víst á, at Føroyar eru aftanfyri í altjóða handilssambondum, og gongdin bendir á, at munurin bara økist. Avtalan við India er eitt týðiligt dømi um hetta.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios