Indiski sendimaðurin á vitjan í Vinnuhúsinum

15. oktober. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í morgun hevur indiski sendimaðurin í Keypmannahavn, Ajit Gupte verið á vitjan í Vinnuhúsinum.

Sendimaðurin kom á vitjan til Føroya í gjár og skal á ferðini kunna seg um føroysk viðurskifti. Umframt at vitja Vinnuhúsið og fáa kunning um m.a. føroyska vinnu og føroyskan inn- og útflutning skal sendimaðurin vitja fyritøkur og almennar stovnar.

Føroyar innflyta nakað av vøru úr India, men enn er útflutningurin til India lítil ella eingin. Indiski búskaparvøksturin hevur seinastu árini ligið á 7,5% um árið og er sostatt sera skjótt vaksandi og tann fimt størsti í heiminum.

Indiski sendiharrin nýtti møguleikan at kunna um møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at luttaka á Gujarat Global Summit 2019, sum er ein stór vinnuráðstevna, sum verður fyriskipað á hvørjum ári í januar. Sendimaðurin mælti føroyskum fyritøkum, sum hava áhuga í indiska marknaðinum um at leita sær til hesa vinnuráðstevnuna.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737