Skærmbillede 2024 09 16 090308

Innleiðsla í burðardyggari bygging

16. september. 2024 | Tíðindi | Burðardygd | Handverk og ídnaður

Vilt tú hava ítøkilig amboð at arbeiða við burðardygd í byggivinnuni?

Í døgunum 22.-23. oktober verður innleiðsla í burðardyggari bygging við skeiðshaldarum frá Dansk Teknologisk Institut. Skeiðið verður á Hotel Hilton 22. oktober kl. 08.30-16.00 og 23. oktober kl. 8.30 til 12.00.

Á skránni er millum annað:

– Innleiðsla í burðardygd innan bygging: Innleiðslan setir grundallýsingarnar í miðdepilin fyri at geva skeiðsluttakarum felags grundarlag fyri burðardyggari bygging.

– Meginreglur og ástøði innan ringbúskap í byggivinnuni: Her verður nomið við evni sum eitt nú avbjóðingar við bygningsvavi, úrveljandi niðurtøka, projektering av bygging og verkløgum og vali av tilfari.

– Skjalfesting fyri burðardygga bygging: Hvørji skjøl hava vit í dag, eitt nú umhvørvisvislýsingar ‘EPD’? Hvussu lesa vit skjølini, og hvørjar møguleikar hava vit til skilabetri at velja tilfar?

– Burðardygd á byggiplássum: Her viðgera vit arbeiðsumhvørvi (likamligt og sálarligt), handfaring av burturkasti við burturkaststigskipanini í miðdeplinum, hvussu byggipláss eru skipað og tilfeingisnýtslu.

– Vitan og væntanir til komandi rák: Vit spáa um framtíðina og hvørji rák kunnu væntast, bæði samfelagsliga og í mun til menning av nýggjum byggitilfari og nýggjum byggiháttum.

Kostnaður er 6.500 kr. u/mvg. Rúm er fyri 25 luttakarum, og skeiðið er treytað av, at í minsta lagi 20 fólk tekna seg. Freistin at tekna seg er mikudagin 9. oktobur 2024. Tekningin er bindandi. Kunning um gjald verður send luttakarum.

Melda til hjá Umhvørvisstovuni her

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737