Íslendski trolaraflotin minkar

15. september. 2008 | Tíðindi | Fiskivinna

Tá fiskiárið í Íslandi byrjaði 1. september, vóru munandi færri stórir og miðalstórir trolarar, enn fyri einum ári síðani.

Íslendski fiskiflotin telur nú 709 skip við veiðiloyvi, tað eru 58 skip færri enn somu tíð í fjør. Umleið helvtin av flotanum eru langfaraskip, meðan restin fiskar í íslendskum sjóøki. Herumframt er eisini eitt stórt tal av smærri bátum, sum ikki eru taldir við her.
Orsøkin til fallið í skipatalinum, er stóri niðurskurðurin í toskakvotunum, sum fyri einum ári síðani minkaðu við umleið 60.000 tonsum. Hetta hevur ført til samanleggingar og noytt summi feløg at minkað teirra kostnaðir við at leggja ella selja skip, ið ikki bera seg.
Hækkandi fiskaprísir á marknaðunum í Bretlandi og á evropeiska meginlandinum hava vigað nakað upp í móti tyngri kostnaðum, men raksturin hjá íslendska veiðiflotanum er tó framvegis sera tungur, og tí hevur íslendska reiðarafelagið (LIU) funnist at kappingaravlagandi oljustuðlinum, ið varð latin ES-flotanum fyri nøkrum vikum síðani.   
Í verandi fiskiári, í gongur frá 1. september 2008 til 31. august 2009, er íslendska toskakvotan 252.634 tons, samanborið við 301.307 tons í seinasta fiskiári.
Kelda: fishupdate.com

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)