Ítróttarhallir og føroyskar fyritøkur

12. januar. 2009 | Áskoðan

Vinnuhúsið undrast yvir, at Heðin Mortensen ikki heldur føroyskar fyritøkur hava møguleika at gera eina heila ítróttarhøll. Vit spyrja, hvat forðar fyri tí?

Týsdagin í farnu viku var ein grein í Sosialinum, sum viðgjørdi ætlanirnar at umvæla og umbyggja ítróttar- og samkomuhøllina á Hálsi. Í greinini verður upplýst, at tos fyri kortum var um, at føroyskir arkitektar og arbeiðsmegi verða sett í aðru røð, tá Tórshavnar kommuna ger arbeiðir. Í hesum sambandi verður Heðin Mortensen endurgivin fyri at siga, at ongar føroyskar fyritøkur hava møguleika at gera eina heila ítróttarhøll. Men hann metir tó, at onki er í vegin fyri, at føroysk arbeiðsmegi verður nýtt í arbeiðinum.
Vinnuhúsið undrast yvir hesa áskoðan hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu.
Hvat eru orsøkirnar til, at Heðin Mortensen útilokar, at føroyskar fyritøkur hava møguleika at gera eina heila ítróttarhøll? Tórshavnar kommuna er ein tann størsti byggiharrin í Føroyum og hevur fyrr valt føroyskar fyritøkur at gera arbeiðir, sum eru bæði størri og kostnaðarmiklari enn tað arbeiði, ið ætlanin er/var at gera á Hálsi. Tí hevði verið áhugavert at fingið eina frágreiðing um, hví mett verður, at føroyskar fyritøkur ikki høvdu megna uppgávuna við høllini á Hálsi.
Vinnuhúsið undrast yvir, at umboð fyri ein tann størsta byggiharran í landinum, ikki heldur føroyskar fyritøkur hava møguleika at gera eina ítróttarhøll, men at onki er í vegin fyri, at føroysk arbeiðsmegi verður nýtt í arbeiðinum. Um ikki ítøkiligar og haldgóðar grundgevingar eru fyri hesari niðurstøðu, er hetta ein hugburður, sum vit fyri langari tíð síðani áttu at havt lagt frá okkum.
Vit spyrja hinvegin, hvat forðar fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu átaka sær at gera eina heila ítróttarhøll? Um neyðugt í samstarvi við útlendskar undirveitarar!
Saman við m.a. Vinnuhúsinum, hevur Tórshavnar kommuna stuðlað kanningunum, ið varpa ljós á føroyskar útisetar í Danmark og útlitini fyri, at teir koma heimaftur. Seinasti partur av hesari kanning varð lagdur fram á Tórshavnar býráð hósdagin í farnu viku. Ein av niðurstøðunum frá kanningini er, at nøkur av teimum, ið kunnu hugsast at flyta heim aftur, sóknast eftir størvum við spennandi og avbjóðandi uppgávum. Hesi størv koma neyvan at vaksa í tali, um hugburðurin er, at føroyskar fyritøkur ikki hava møguleika at gera “heil” arbeiði, men bert sleppa at ganga til handa hjá útlendskum fyritøkum.
 

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)