Íverksetaradagurin 2013

19. mars. 2013 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Fríggjadagin 22. mars verður virðislønin fyri íverksetarar so latin. Tað er í sambandi við Íverksetaradagin, sum verður hildin í Østrøm frá kl. 14:00 til 16:30.

Á skránni er eisini Rudolf Joensen, ið fer at ‘fabulera’ yvir, hvar øll hugskotini í 2012 blivu av, og hvat tey hava at gera við Richard Branson, Sex Pistols, Mike Oldfield, jantelógina v.m.

Stefan í Skorini fer at tosa við teir íverksetarar, sum siga hvør sína egnu søgu frá hugskoti til málsetning. Eisini fer Heini Gaard frá Dimmalætting at hava orðið. Seinastu tíðina hevur hann skrivað um allar íverksetara ætlanirnar, ið ikki blivu til nakað. Hví tað, verður spurt.

Undir heitinum ‘Frøt er høvur av fullum maga’ verður tað sjónvarpsverturin í Spísikamarinum, Gutti Winther, sum fer at tosa um stóra potentiali við føroyska matinum.

Í steðginum veður mangt gott og nýhugsandi úr føroyska matarkovanum og besta bryggið í landinum at fáa.

Aftan á steðgin fer Ólavur Ellefsen at tosa um, hví tað er so trekt at fáa nýhugsanina á rull í føroyska samfelagnum. At hetta inniber eitt serligt álvarsemi kemst av, at tað júst er innovatión, vit skula liva av í framtíðini.

Áðrenn Ólavur Ellefsen trínur fram, fer Rani Nolsøe stutt at lýsa vinnuligu nýhugsanina í føroyska samfelagnum í søguligum samanhangi. Tað hava føroyingar als ikki verið bangnir fyri áður.

Eftir tað verða so Ársins íverkseti og vinnarin av European Business Games avdúkaði. Til seinast verður næmingafyritøkan Camping in the Rocks, sum í februar vann SkúlaFM, prensenterað.

Øll við áhuga fyri íverksetan eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

Skráin fyri Íverksataradagin sæst her.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4