Jákup Sverri formaður í Ferðavinnufelagnum

07. desember. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nývalda nevndin í Ferðavinnufelagnum hevur skipað seg við Jákup Sverra Kass sum formanni. Hini í nevndini eru Henny á Líknargøtu, Fríðun Jacobsen, Jóhanna Rasmussen og Finn Johannesen.

Nýggja nevndin í Ferðavinnufelagnum, ið varð vald á aðalfundinum 30. oktober, hevði sína fyrsta nevndarfund hósdagin í farnu viku, har m.a. skipan av nevnd var á skránni. Á fundinum varð eisini tosað um, hvat felagið skal leggja dent á komandi tíðina.
Áskoðanin hjá Ferðavinnufelagnum er, at føroysk ferðavinna er á einum vegamóti og at neyðugt er at taka avgerðir um, hvussu ferðavinnan kann gerast ein meira týðandi partur av føroyska búskapinum. Ferðavinna hevur leingi verið ein av skjótast vaksandi vinnunum í heiminum, og ferðavinna er við tíðini eisini vorðin ein av heimsins størstu vinnugreinum. Saman við almennu Føroyum ynskir Ferðavinnu­felagið tí at tryggja, at eisini føroyski búskapurin fær eitt munagott ískoyti grundað á ferðavinnuna.
Ein fyritreyt fyri at røkka hesum máli er miðvís marknaðarføring. Ferðavinnufelagið ynskir tí at arbeiða tætt saman við ferðavinnudeildini í Uttanríkisráðnum og saman við hesari at skipa eina miðvísa marknaðarføringsætlan, ið ger Føroyar meira sjónligar í útheiminum. Hetta arbeiði er í gongd í løtuni og væntandi verður ein ætlan fyri marknaðarføring í útheiminum tøk síðst í hesum árinum.
Ferðavinnufelagið ætlar eisini at samstarva við ferðavinnudeildina í Uttanríkis­ráðnum, um at skipa fyri einum ferðavinnudegi, sum skal samantvinna vinnuligar og almennar aktørar í føroyskari ferðavinnu. Væntandi verður skipað fyri einum tílíkum degi tíðliga næsta ár.
Tað er eisini eitt ynski hjá Ferðavinnufelagnum, at arbeitt verður fram ímóti at samantvinna allar føroyskar ferðavinnuportalar, til tess at hava ein “platform” at marknaðarføra Føroyar á alnetinum við.
Ferðavinnufelagið ætlar eisini at leggja dent á at tryggja, at Føroyar hava haldgóð hagtøl, sum m.a. vísa, hvat ferðavinnan gevur av sær og hvørji ferðafólkini eru, sum velja at vitja og ferðast í Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR