Jógvan nýggjur nevndarlimur

26. apríl. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin í farnu viku varð aðalfundur hildin í Føroya Ráfiskakeyparafelag.

Á aðalfundinum stóðu formaðurin, Simon P. Jacobsen (Faroe Seafood), og nevndarlimirnir, Petur H. Mohr (Norðís) og Páll Gregersen (Fiskavirkið), fyri vali. Simon P. Jacobsen og Petur H. Mohr vórðu báðir valdir aftur, meðan Páll Gregersen ikki ynskti at stilla upp aftur. Til nýggjan nevndarlim valdi aðalfundurin í staðin Jógvan Gregersen (Vaðhorn). Jógvan er tó ikki ókendur við nevndararbeiðið í Ráfiskakeyparafelagnum, tí hann hevur eisini sitið í nevndini fyrr. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Joen Magnus Rasmussen (Tavan) og Regin Mikkelsen (Rainbow Seafood), sum hevur verið næstformaður undanfarna nevndarskeið. Tiltakslimur til nevndina í Føroya Ráfiskakeyparafelag er Ludvík við Stein (Thomson). Nevndin hevur ikki skipað seg av nýggjum síðani aðalfundin.
 
Á aðalfundinum varð ársfrágreiðingin hjá felagnum eisini løgd fram og kann hon takast niður her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios