Jóhannes Steingrund

07. oktober. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

Vit ráðgeva um ljóðviðurskifti, og projektera og selja loysnir innan ljóð- ljós- mynda-  og palltøkni. Vit leiga eisini slíka útgerð út til tiltøk og konsertir.

Hvar heldur fyritøkan til?

Í Runavík

Nær varð hon stovnað?

Steingrund Akustik varð stovnað í 2001.

 

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

3-4 fólk arbeiða í fyritøkuni.

Vinnuligir karmar í Føroyum:

Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini?

Henda vinnugreinin er so lítil, at tað neyvan er gjørt nakað málrættað fyri hana, men kanska sum partur av onkrum breiðari átaki (kann tó ikki koma í tankar um nakað ávíst, sum hevur gjørt ein stóra mun).

Hvat er tað besta tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

Krevja dokumentatión fyri hvussu byggiverkætlanir ávirka ljóðviðurskifti, bæði inni og úti.

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir  sum heild í Føroyum í mun til hjá líknandi fyritøkum í grannalondunum (t.d. umhvørviskrøv og kappingarføri á heimamarknaðinum og uttanlands).

Teir eru í lagi, men tað fakliga umhvørvið her er sera avmarkað, og marknaðurin er lítil. Tí er neyðugt at netverka í útlandinum.

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í  kommununi, har fyritøkan er?

Tær eru í lagi.

Hvat kundi verið betri?

Fingið øki til smáar virkisbygningar, sum liggja tættari við miðbýin.

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

Kundi verið betri, peningastovnar vilja heldur hava trygd í mínum privatu føstu ognum heldur enn í ognunum í felagnum.

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa? (Um ja, nevn so tær týdningarmestu).

Nei, ongar beinleiðis forðingar.

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

Kanska vaksin til tað dupulta.

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

Tankin um at hava ræði á egnari framtíð, og at kunna gera tað, man hevur hug til. Men ofta kemur tað ikki longur enn til tankan, tí har er altíð onkur verkætlan, sum má vera liðug fyrst.

Hvat er tað mest avbjóðandi?

At fáa stundir til tað fakliga arbeiði. Tá fyritøkan er so lítil, eru ongar deildir, sum kunnu yvirtaka ymsar umsitingarligar uppgávur.

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

Nógvar, og tað er í lagi. Men eg hugsi eisini um fyritøkuna, tá eg eri heima, og skuldi havt frí.

Spurningar um aktuell mál:

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

Ja.

Merkir tú nakað til, at arbeiðsloysið er lágt?

Nei.

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum? 

Roynt at fingið ungdómin at komið aftur eftir loknan lestur og arbeiðsroyndir úr útlandinum. Havi tó ikki hugsað um hvussu tað kann gerast.

 


Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737