Julio Zaguini: Why tech and innovation matters more than ever and how individuals and business should adapt to and benefit from it

10. september. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum fer Julio Zaguini at tosa um, hvat framtíðin hevur at bjóða innan tøknina, og hvussu vit kunnu fyrireika okkum sum einstaklingar og fyritøka, so vit fáa sum mest burturúr hesi menning. Artificial Intelligens (AI) og framkomin marknaðarføringsamboð verða nøkur av høvuðspunktunum í fyrilestrinum.

Seinastu árini hevur tøknilig menning staðið á dagsskránni, og vit hava sæð munandi framstig innan kunningartøkni - bæði í sambandi við hardware og software.

Tøknilig menning hevur stóra ávirkan á fólk kring allan heim, og menningin fer tvørtur um landamørk, soleiðis at fólk í USA, Japan, Føroyum ella Brasil verða knýtt saman og kunnu samskifta og samstarva á nýggjan hátt.

Julio Zaguini hevur 35 ára royndir, har hann sum stjóri, ráðgevi og íleggjari hevur arbeitt við tøkni, marknaðarføring og menning sum heild.

Melda til Vinnudagin her.

Skrá - Vinnudagin 2018.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737