Kappingarførið í vanda – el-prísurin til størri vinnufyritøkur hækkar við 16 oyrum

03. desember. 2012 | Áskoðan

Kappingarførið hjá føroysku vinnuni er undir stórum trýsti. Seinastu árini eru útreiðslurnar av gjøldum, tað almenna hevur lagt á vinnuna, hækkaðar munandi, og komandi ár hækkar el-prísurin við 11 oyrum pr kwt og við 5 oyrum afturat í 2014 umframt mvg.

El–prísurin hækkar á nýggjárinum við 5 oyrum fyri allar kundar. Harumframt hækkar prísurin við 6 oyrum afturat fyri vinnukundar, sum hava eina árliga streymnýtslu yvir 20.000 kwt/ár. Í 2014 verður aftur ein hækking til stóru vinnufyritøkurnar á 5 oyru pr kwt.  Tilsamans ein hækking á 16 oyru umframt mvg.

Prísvøksturin uttan mvg (frá 0,99 kr. pr. kwt til 1,15 kr. pr kwt) svarar til eina hækking til stóru vinnufyritøkurnar á 16,2%  og til vanliga brúkaran á 3,4% (frá 1,46 kr.pr. kwt til 1,51 kr. pr. kwt). Hetta er ein sera ógvuslig hækking fyri vinnuna, og Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at kappingarførið hjá føroysku vinnuni er í vanda. Fyri eitt orkutungt virki, sum brúkar 8 mill kwh, merkir hetta eina eykarokning uppá 3,2 mill. kr, sum virkið má heinta inn aðrastaðni, skal virkið framvegis vera eins kappingarført.

Um samanborið verður við eina danska virki, sum er á leið somu stødd, so vildi rokningin til donsku fyritøkuna verið 65 oyru pr. kwt í mun til 1,10 kr. pr. kwt í Føroyum í 2013.

Harumframt hækkar SEV eisini íbindingargjøldini frá kr. 2.500/4.000 til kr. 10.000/13.000 kr. til sethús, raðhús og neyst v.m.

Orsøkin til, at hækkingin fyrst og fremst verður løgd á vinnuna, er sambært SEV, at oljukostnaðurin til ein kwh er 1,02 kr, meðan søluprísurin fyri sama kwh er 0,99 kr.

Sambært SEV so skulu sera stórar íløgur gerast  komandi trý árini. Mett verður, at íløgurnar verða umleið 1,1 mia kr., harav íløgurnar í Sundsverkið telja fyri uml. 500 mió, vindmylluparkin í Húsahaga fyri 150 mió, kaðal til Suðuroynna á 100 mió, harumframt restíløgur ísv útbýggingina av Eiðisverkinum o.a.

Kappingartreytirnar hjá føroyskum virkjum eru harðar. Og oftani skulu bert smáar eykaútreiðslur til, fyri at kappingarførið er burtur. Føroya Arbeiðsgevarafelag stúrir fyri gongdini seinastu tíðina, har útreiðsluvøksturin hjá vinnuni hevur verið ógvusligur, m.a. av alment áløgdum gjøldum, og nú eisini øktum prísum frá SEV. Ógvusligi íløgutørvurin hjá SEV næstu 3-4 árini bendir neyvan á, at vinnan kann vænta sær kappingarførar orkuprísir í bræði.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)