6W3A0039
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kappingarførið má aftur á dagsskránna

20. mai. 2025 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag krevur broytingar, so vinnan ikki missir kappingarførið av vaksandi umsitingarligum byrðum og hækkaðum gjøldum

Seinastu árini er talið á nýggjum rættarreglum, sum áleggja føroyskum fyritøkum nýggjar byrðar, økt í vavi og upphæddum. Feskasta dømið er úr sjóvinnuni, har kunngerðir júst hava verið til hoyringar, har 48 ymisk gjøld eftir ætlan skulu hækka við í miðal 127%.

Hetta er bara seinasta dømið av einari røð av líknandi hækkingum, tí dag um dag koma tað nýggjar lógir og kunngerðir til hoyringar, sum økja um gjøld og umsitingarligu byrðarnar, og ofta verður tikið støði í ES-direktivum heldur enn at finna eina loysn, sum hóskar til viðurskiftini í Føroyum.

ES lættir um
Meðan vit í Føroyum seta í verk ES-lóggávu, eru tey í Evropa vaknað við kaldan dreym, nú tey síggja, at vinnufyritøkur flyta úr ES til onnur lond, har tey duga betur at leggja til rættis góðar karmar fyri vinnufyritøkur.

Í ES hava tey ásannað, at tað er neyðugt at leggja á annan bógv fyri at gera tað einfaldari og lættari at reka vinnu. Í Føroyum tykist tað, sum um myndugleikarnir ikki hava varnast gongdina rundanum okkum, men halda fram at seta í verk nýggja og umsitingartunga lóggávu.

Gongur skeivan veg
Á Vinnudegnum í 2023 bar formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag í sínari røðu fram tað ynskið, at myndugleikarnir settu sær fyri áhaldandi at bøta um vinnukarmarnar. Málið skuldi vera, at karmarnir á hvørjum ári skuldu vera betri enn árið fyri.

Tíverri tykist tað, sum um eingin í tí almenna í Føroyum hevur skilt týdningin av at hava góðar og einfaldar karmar um okkara vinnufyritøkur. Tað verður áhaldandi sett í verk umsitingarliga tunga lóggáva og hækkandi gjøld.

Saman við øðrum kostnaðarhækkingum hevur hetta við sær, at menningin gongur nógv seinni ella kanska steðgar heilt upp. Í øllum førum hava vit sæð, at starvsfólkatalið í tí privata er steðgað upp seinastu trý árini, eftir at tað hevur hækkað javnt og samt í eitt longri tíðarskeið.

Vegurin fram
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at gera ein nýggja skipan fyri almenna lóggávu.

Nýggja skipanin eigur at økja munandi um krøvini fyri yvirhøvur at leggja størri byrðar á vinnulívið, og hon skal byggja á hesi høvuðsprinsipp:

 

  1.   Allar nýggjar reglur skulu hava eina greiða og alment tøka grundgeving. Tað skal ikki longur vera nóg mikið at vísa til ES-direktiv ella "almennan tørv". Vit skulu sjálvi taka støðu til, hvørjar avbjóðingar eru veruligar og krevja lóggávu.
  2.    Verður mett, at lóggáva er neyðug, skal hon gerast við minst møguligum umsitingarligum byrðum. Føroyar hava fleiri góð dømi um einfaldar skipanir, ið rigga væl – eitt nú okkara skattaskipan.
  3.   Við nýggju skipanini eigur eitt upprit at fylgja við uppskotum til nýggjar reglur, sum verða send til hoyringar, har tað verður grundgivið gjølla fyri tørvinum á at regulera, og har tað verður lýst, hvussu umsitingin hevur valt eina smidliga og umsitingarlætta loysn.

Heimurin er í broyting, og umstøðurnar at virka sum ein lítil og opin búskapur, sum handlar nógv við umheimin, broytast til tað verra. Øll hini norðurlendsku londini hava eins og ES sett kappingarførið á politisku dagsskránna. Vit eiga at gera tað sama her heima hjá okkum.

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816