EFTA Hari4680
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kappingarneytar fáa betri atgongd til Vietnam

25. august. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Norsk og íslendsk fiskivinna fáa betri treytir á vietnamesiska marknaðinum. Tað undirstrikar týdningin av góðari marknaðaratgongd

Í juli gjørdu EFTA-londini og Vietnam nýggja fríhandilsavtalu. Avtalan skal geva fyritøkum í Noregi, Íslandi, Sveis og Liktinstein betri atgongd til ein stóran og skjótt vaksandi marknað í Asia.

Fyri fiskavinnuna hevur avtalan ítøkiligar fyrimunir. Millum annað verður lagt upp til, at nærum allur tollur á laksi verður tikin burtur, meðan tollurin á makreli verður burtur eftir trimum árum.

Hetta merkir, at norskir og íslendskir útflytarar fáa betri kappingartreytir á einum marknaði, sum eisini er áhugaverdur fyri føroyska fiskivinnu.

Marknaðaratgongd hevur týdning fyri kappingarførið
Avtalan við Vietnam er partur av einum størri arbeiði hjá EFTA við at tryggja vinnulívinum í limalondunum betri atgongd til altjóða marknaðir.

EFTA hevur í dag eitt stórt netverk av fríhandilsavtalum, og nýggjar avtalur verða javnan gjørdar. Tá ið tollur og aðrar handilsforðingar verða minkaðar ella tiknar burtur, fáa fyritøkurnar í limalondunum betri møguleikar at kappast á hesum marknaðum.

Hetta er eisini viðkomandi fyri Føroyar. Føroyska vinnan er í stóran mun útflutningsrættað og kappast dagliga við fyritøkur úr londum, sum hava betri handilsligar treytir á fleiri marknaðum.

Munur á tolli hevur avgerandi týdning fyri, hvussu kappingarfør ein vøra er. Tá ið kappingarneytar fáa lægri toll, meðan vørur úr Føroyum framvegis verða álagdar hægri toll, versna kappingartreytirnar hjá føroyskum fyritøkum og gera tað truplari hjá teimum at kappast um kundarnar.

Føroyar hava eisini tørv á nýggjum avtalum
Føroyar hava í dag bert seks fríhandilsavtalur. Tí eru framvegis nógvir týðandi marknaðir, har føroyskar fyritøkur ikki hava somu treytir sum kappingarneytar úr øðrum londum.

Nýggja avtalan millum EFTA og Vietnam er tí eisini ein áminning um týdningin av at halda fram við arbeiðinum at betra marknaðaratgongd.

Fyri Føroyar snýr tað seg um at raðfesta teir marknaðir, sum hava størstan týdning fyri vinnulívið, og arbeiða miðvíst fyri at fáa betri handilsligar treytir á hesum marknaðum.

Góð marknaðaratgongd er ein týðandi partur av kappingarførinum hjá vinnuni og kann geva betri møguleikar fyri útflutningi, vøkstri og menning.

 

Mynd: www.efta.int

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Seinasti dagur við serligum limaprísi til Vinnudagin

    Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum

    24. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  3. LEGO á Vinnudegnum 2026 – limir kunnu nú melda til

    Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 er nú latin upp fyri limum. Á skránni eru millum annað tveir leiðarar úr LEGO Group

    18. august. 2026 | Almenn tíðindi
    3