Keyp I Nærumhvorvinum 7
Handilsvinnufelagið

Keyp í nærumhvørvinum – fyri Føroyar

13. mai. 2025 | Tíðindi | Handilsvinna

Handilsvinnufelagið hevur sett í verk nýtt lýsingaátak, sum við sterkum og kenslubornum boðskapi minnir okkum øll á týdningin av at stuðla lokalum handlum.

Tað er ikki longur ein sjálvfylgja, at handlar eru í nærumhvørvinum. Seinastu árini hava vit sæð, at handlar á smáplássum lata aftur, tí grundarlag undir at reka handilsvirksemi ikki er til staðar.

Tað er vorðið lættari at ferðast millum bygd og bý, og tað er vorðið alsamt lættari at keypa vørur á nethandlum og uttanlands. Hetta broytir keypsvanarnar hjá fólki, men samstundis hoyra vit millum manna, hvussu stóran týdning tað hevur fyri bygdirnar at hava handlar og brúka teir.

Við orðunum “fyri teg, fyri meg, fyri Føroyar” varpar Handilsvinnufelagið nú ljós á, at tað ikki bert snýr seg um at keypa og selja, men um at halda lív í nærumhvørvinum og harvið tryggja eitt livandi og trygt samfelag.

Í fýra nýggjum lýsingafilmum verður søgan um føroyskt handilslív sett í fokus – frá byrjanini, gjøgnum samanhald og avbjóðingar, til týdningin av tryggleika og lívsvirði.

Lýsingafilmarnir, sum verða vístir so hvørt – ein og ein í senn – minna okkum á, at eitt arbeiðspláss er nógv meira enn løn og uppgávur. Tað er ein dreymur, og tað krevur dirvi at skapa nakað úr egnari visjón. Tað er at tora at byrja av nýggjum, tá ið tað er neyðugt.

Handlarnir eru ikki bara støð, har vørur verða seldar. Teir eru støð, har vit møtast, práta, hjálpa hvørjum øðrum og kenna okkum heima. Handlarnir eru partur av okkara gerandisdegi, har vit síggja vælkend andlit, smílast og merkja, at vit eru partur av einari størri heild.

 

Við lýsingaátakinum vil Handilsvinnufelagið minna okkum á, at hvør avgerð eisini er ein samfelagsavgerð. Tí tá vit velja at keypa lokalt, stuðla vit arbeiðsplássum, trivnaði og einum samfelag, har vit ynskja at liva og virka.

Tað snýr seg um at byggja eitt sterkari, tryggari og meira gleðiligt samfelag – saman. Fyri teg, fyri meg og fyri Føroyar. Lýsingafilmarnir verða at síggja í sjónvarpi, á sosialum miðlum og í biografinum.

Tað ber til at fylgja lýsingaátakinum á Facebook-síðuni her.

Fyrsti lýsingafilmurin sæst her: 

 

 

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)