Klárt hjá Vakstrarforum at arbeiða við KT og samskifti

14. februar. 2022 | Tíðindi | KT- og samskifti

KT-felagið fegnast um frágreiðingina, sum fyri stuttum er latin Vakstrarforum at arbeiða víðari við. Frágreiðingin inniheldur 26 tilmælir til politisku skipanina, sum øll stuðla upp undir ætlaða vøksturin innan KT-vinnuna.

Í farnu viku skipaði KT-felagið fyri heimleiðistiltaki, har frágreiðingin um Kunningar- og samskiftistøkni (KST) varð løgd fram fyri limunum í felagnum. Tilmælini eru býtt í fýra høvuðsbólkar sum kallast:

- Grønur vøkstur

- Heilsu- og borgaravendar tænastur

- Útbúgving

- Yvirskipaðir karmar

KT-felagið hevur fyrr víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at fáa meira útbúgvið fólk innan KT-økið. Her verður tosað um útbúgving til øll skúlastig frá fólkaskúla til hægri lesnaðir. Gleðilig tíðindi vóru í fjør, tá Setrið fekk eina játtan til KT-útbúgvingar, og at Setrið nú søkir eftir lærarakreftum til KT-útbúgvingar. Vónandi kann hetta vera byrjanin til, at tað verða settar væl fleiri útbúgvingar í gongd innan KT, samstundis sum KT-førleikamenning verður partur av fleiri av útbúgvingunum í fólkaskúlanum, miðnámi og á hægri lestrarútbúgvingum.

Øll 26 tilmælini í frágreiðingini hava sítt pláss og eru týðandi partur í eini vakstrarætlan, at røkka frá heimamarknaði til heimsmarknað. Fleiri útbúgvið KT-fólk er eitt tað týdningarmiklasta tilmælið í hesum sambandi. Í frágreiðingini verður m.a. víst á, at lond sum vit vanliga samanbera okkum við, hava umleið tvífalt so nógv KT-fólk í % av arbeiðsstyrkini, sum Føroyar. Harvið skal nógv gerast afturat innan útbúgvingarøkið fyri at fáa nøktandi arbeiðsstyrki. Nú er byrjan komin og KT-felagið setir sítt álit á, at Vakstrarforum fer at gera meira við hetta økið.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)