Burðardygd

Kom og ger eina frágreiðing um burðardygd

11. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Burðardygd

Fyri at seta ferð á arbeiðið við burðardygd, fer Vinnuhúsið at skipað fyri arbeiðsfundum, har tey luttakandi fáa førleikar og amboð til at gera egnar frágreiðingar um burðardygd. Málið er at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at seta orð á, í hvønn mun burðardygd er partur av dagliga virkseminum og hvørji átøk eru sett í verk fyri at gerast enn meiri burðardygg

Seks arbeiðsfundir verða í røðini og tann fyrsti verður hósdagin 5. oktober.

Tað eru nógvar føroyskar fyritøkur, ið hava burðardygd sum part av dagsskránni, men færri enn 10 fyritøkur hava gjørt almennar frágreiðingar um burðardygd fyri 2022. At kunna skjalfesta hvussu burðardygg fyritøkan er, kann m.a. ávirka áhugan at keypa vørur ella tænastur frá fyritøkuni, fíggingartreytir og áhugan hjá starvsfólki at starvast hjá fyritøkuni.

At máta burðardygd er nýtt fyri tey flestu. Hóast nógv tilfar er framleitt um evnið, so er tað ein eftirspurningur hjá føroyskum fyritøkum at hittast og umrøða møguleikar og avbjóðingar. Tí skipar Vinnuhúsið fyri seks arbeiðsfundum í heyst og vetur.

Til arbeiðsfundirnar verða upplegg um ymisk viðkomandi evni, t.d. hvussu tú byggir eina frágreiðing upp, setur mál, roknar CO2-útlát og velur lyklatøl. Luttakarar fáa høvi at arbeiða við egnum frágreiðingum og fáa hjálp við teimum evnum, ið tykjast torfør. Hetta er eisini eitt sera gott høvi at koma í samband við onnur, ið arbeiða við burðardygd og soleiðis geva hvør øðrum íblástur. Eftir seks arbeiðsfundir (og nakað av heimaarbeiði) hava tey luttakandi eina nærum lidna frágreiðing, ið kann tillagast til 2023, tá árið er lokið.

Arbeiðsfundirnir verða fyrrapart hósdag aðru hvørja viku árið út:

  • 5. oktober
  • 19. oktober
  • 2. november
  • 16. november
  • 30. november
  • 14. desember

Teir verða hildnir í Vinnuhúsinum. Kostnaðurin fyri luttøku á seks arbeiðsfundum er 6.000 kr/fyritøku. Allir limir í Føroya arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum kunnu luttaka. Fyritøkurnar avgera sjálvar, hvørji starvsfólk eru best egnað til at luttaka. Ikki er neyðugt at hesi hava nakrar førleikar innan burðardygd, fyri at luttaka.

Melda til luttøku í seinasta lagi týsdagin 26. september við at senda ein teldupost til: industry@industry.fo

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737