Kommunurnar eiga at raðfesta vegakervið, lágar skattir og arbeiðsmegi hægst

06. september. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hetta vísur kanning, sum Dansk Industri hevur gjørt.

Tá virkir í Danmark greiða frá hvat tey ynskja av síni kommunu, eru tey mest týdningarmiklu økini fylgjandi: gott vegakervið, lágir skattir og nógv arbeiðsmegi. Hetta vísur ein nýggj kanning sum Dansk Industri hevur gjørt. Tað týdningarmiklasta er at vegakervið, herundir busssamband vm. er gott. Hetta fyri at arbeiðsfólk og onnur tung ferðsla kann koma aftur og fram.
Harafturat er tað næstan líka umráðandi fyri virkini, at kommunurnar lækka skattirnar, avgjøldini og ómaksgjøldini fyri at  virkini eru kappingarfør.
Sum nummar trý á listanum verður nevnt, at tað er umráðandi at nøktandi arbeiðsmegi er í kommununi, og at “kvalifisera” arbeiðsmegi eisini er tilstaðar.
Omanfyri nevndu trý øki, eigur ein kommuna at raðfesta høgt, um man spyr fyritøkurnar og skal tekkjast teimum. Kanningin er grunda á 2.200 fyritøkur í Danmark.  Eisini verður m.a. ført fram, at um omanfyri nevndu økir ikki eru nøktandi, eru sannlíkindi fyri at ein fyritøka klárar seg munandi verri enn aðrar - har umstøðurnar eru betur. Harafturat verður gjørt vart við í kanningini, at tær vanligu vælferðartænasturnar so sum skúlar, barnaansing osfr. framvegis liggja sera ovarliga.
Kelda: DI Business

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)