7

Kongur doypti bátin Kongen

16. september. 2025 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Føroyskt handverk vakti ans á EuroSkills í Herning. Føroyski básurin var flottasti básurin yvirhøvur, siga fyriskipararnir

Í farnu viku hevði føroyska handverkaravinnan bás til EuroSkills, sum var í Herning. EuroSkills er ein EM-kapping millum handverkslærlingar, men føroyingar sleppa ikki at luttaka, tí vit ikki eru við í evroparáðnum.

Básurin skuldi kortini gera vart við føroyskt handverk og seta sjóneykuna á føroyskan limaskap. Og tað er kanska tað, sum skal til, tá ið mann skal biðja lova sær at fáa limaskap, soleiðis at føroyingar eisini sleppa at kappast í EuroSkills.

“Handverkslærlingar eru eitt stolt fólkaslag, og man vil fegin vísa, at man er dugnaligur til sítt yrki”, segði Marius Thomassen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, sum samskipaði føroyska básin, í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Í básinum stóð føroyskur bátur, sum John Høgnesen hevði smíðað til høvið. Og bakgrundina gjørdi Livar Nysted, sum málaði ein stóran málning av einum 10-mannafari.

“Vit fingu frænir av, at kongur var í høllini og hildu, at tað hevði verið stuttligt, um hann kom til básin hjá okkum. Eg helt, at eg mátti gera eitt pláss á málninginum, so hann kundi signera hann, so eg málaði eitt navnaskelti á bátin og vónaði, at kongur kom framvið, so hann kundi signera”, segði Livar í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Og kongur kom. Hann var hugtikin, steðgaði á og játtaði at skriva navnið á bátinum, sum nú eitur Kongen.

Hoyr samrøðuna í Kringvarpi Føroya her.

Mynd: EuroSkills Herning 2025

Annað á breddanum

  1. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  2. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Sulisisut í Grønlandi og Vinnuhúsið styrkja samstarvið

    Í farnu viku varð nýggj samstarvsavtala undirskrivað millum grønlendska vinnuhúsið Sulisisut og Vinnuhúsið í Føroyum

    05. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    20261001 195627317 Ios