Kravt trygdarskeið í sambandi við vegarbeiði

26. oktober. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mánadagin 16. november og týsdagin 17. november skipar Vinnunám fyri skeiðnum “Vegurin sum arbeiðspláss”. Talan er um eitt 2 dagar langt skeið, ið er kravt fyri tey, sum arbeiða við landsvegirnar, og frá 1. januar 2010 eisini fyri tey, ið arbeiða við vegirnar í Tórshavnar Kommunu

Longu í fjør vórðu treytirnar fyri at fáa graviloyvi at arbeiða í landsvegi ella við landsveg herdar og nú er tað eitt krav í loyvistreytunum, at tað altíð er minst ein á staðnum, har arbeitt verður, sum hevur luttikið í skeiðinum ”Vegurin sum arbeiðspláss”. Fyrr í ár hevur Tórshavnar Kommuna eisini boðað frá, at frá 1. januar 2010 verða somu treytir galdandi á vegum hjá kommununi.
Tað eru fleiri limir í feløgum, sum eru knýtt at Vinnuhúsinum, ið mangla hetta skeið, og hevur Vinnunám tí gjørt av, at bíleggja umrødda skeið frá Vej-EU, ið er ein stytting fyri Vejsektorens Efteruddannelse. Tað verða tí undirvísarar frá Vej-EU, ið fara at standa fyri skeiðnum, ið snýr seg um trygd í sambandi við vegarbeiðið. Bæði trygdina hjá tí, sum arbeiðir á vegnum ella við vegin og ferðslutrygdina sum heild í sambandi við vegarbeiði.

Skeiðið gevur eitt prógv, ið er galdandi í 5 ár, og sum eisini kann brúkast í sambandi við vegarbeiði í Danmark.

Skeiðið verður hildið í Havn, men endalig avgerð um júst hvar, er ikki tikin enn. Til ber tó at tekna seg til skeiðið longu nú, við at senda ein teldupost til Vinnunám á industry@industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á tlf. 309900.
Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 5.000, um hesi arbeiða hjá feløgum, ið eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella undirfeløgum tess. Hesi hava eisini framíhjárætt at luttaka á skeiðnum.
Kostnaðurin fyri onnur er kr. 6.500.
Íroknað prísin er matur, skeiðstilfar og prógv. Pláss er fyri 20 luttakarum á hvørjum skeiði.
 

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR