Kreditt-trygging eisini ein avbjóðing hjá norskum útflytarum

08. desember. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Norskur sjómatur selur væl sjálvt um fíggjarkreppa herjar, men vinnan byrjar at merkja, at keyparatryggingar eru ringar at fáa. ”Tað er í Eysturevropa, serliga Ukraina, og Korea, sum eru teir tyngstu marknaðirnir fyri tíðina” sigur Sverre Søraa frá fyritøkuni Coast.

Stjórin fyri marknaðardeildini í Eksportutvalget for Fisk (EFF) Egil Ove Sundberd sigur eisini, at tey nú fáa frágreiðingar frá marknaðinum og frá útflytarunum, at fíggjarkreppan ávirkar gjaldsevnini og tryggingarnar hjá keyparum. Eftirspurningurin eftir sjómati er tann sami, men tað merkist, at handilsvinnan og veitararnir til marknaðin hava gjaldføris- og tryggingartrupulleikar.
Hetta tó serliga í Eysturevropa, meðan vestanfyri eru ikki somu trupulleikar.

(Kelda: www.kyst.no).

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)