Aftur í ár var KT-felagið á KT- og tøkniráðstevnuni Tonik, sum er størsta ráðstevna av sínum slag í Føroyum
Tonik er ein altjóða pallur fyri nýskapan, íverksetan og kreativitet, sum savnar stovnarar, vinnulívsleiðarar, KT-serfrøðingar og skapandi fólk.
KT-felagið var á staðnum og umboðaði sínar 19 limafyritøkur, har fleiri teirra eisini vóru sjónligar á egnan hátt. Fyri KT-felagið er ein dagur sum Tonik eitt gott høvi at hitta fyritøkur, samstarvsfelagar og onnur KT-áhugað.
KT-felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra karmarnar hjá føroysku KT-vinnuni og fyri, at Føroyar skulu vera í fremstu røð innan fyri KT. Felagið umboðar bæði fyritøkur, sum virka á føroyska marknaðinum, og fyritøkur, sum arbeiða við útflutningi.
Talgildi heimurin mennist í stórari ferð, og føroysku KT-fyritøkurnar eru við til at dríva hesa menningina. Seinastu árini hevur alsamt størri dentur verið lagdur á KT-útflutning, og KT-felagið vil virka fyri, at KT-fyritøkur hava góðar umstøður at menna vørur og tænastur til bæði føroyska og altjóða marknaðin.
Tonik er í hesum sambandi eitt gott høvi at vísa fram KT-vinnu og at hitta viðkomandi samstarvsfelagar.
Fyriskiparar av Tonik eru Hugskotið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Vinnuframi, Framtak og Íverksetarahúsið.
Á myndini eru Ulla Joensen, Gudny Langgaard og Ólavur Ellefsen úr nevndini í KT-felagnum saman við Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.