KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv
Sum liður í vinnuferðini hjá Vinnuhúsinum í Grønlandi skipaði KT-felagið fyri tiltaki, har føroyskar og grønlendskar fyritøkur, kommunur og aðrir viðkomandi aktørar hittust til fyrilestrar, vitanardeiling og netverkan.
Á skránni vóru ymisk faklig innsløg við viðkomandi evnum innan fyri KT í báðum londum. Millum annað varð greitt frá føroysku KT-vinnuni, KT-trygd og arbeiðinum við vitlíkisætlanini fyri Føroyar.

Ein týðandi partur av degnum vóru sokallað speedmeetings. Á henda hátt bar til hjá luttakarunum at fáa samband við fleiri møguligar samstarvspartar og samstundis fáa eina fatan av, hvar grundarlag kann vera fyri samstarvi.

Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum líknandi fortreytir og avbjóðingar innan fyri KT. Tí er nógv at vinna við at knýta tættari sambond millum vinnuna í londunum, deila royndir og kanna møguleikarnar fyri samstarvi tvørtur um landamørk.
Vinnuferðin var tí ikki bert ein møguleiki at kunna um føroysku KT-vinnuna, men eisini ein møguleiki at skapa persónlig sambond millum føroyskar og grønlendskar fyritøkur og aktørar.

Vónin er, at sambondini, sum vórðu knýtt á ferðini, kunnu vera byrjanin til meira samstarv millum føroysku og grønlendsku vinnuna frameftir.