KT Felagið Tonik 2023
KT-Felagið

KT-felagið væl umboðað á Tonik

15. mai. 2023 | Tíðindi | KT- og samskifti

Hugkveikjandi nýggj altjóðað ráðstevna sá dagsins ljós í í farnu viku. Tonik, sum ráðstevnan verður nevnd, varð skipað bæði við størri og minni básum, umframt við framløgum.

Føroyska KT-vinnan stendur í vøkstri og hetta var eyðsæð á Tonik ráðstevnuni. Ein ørgrynna av størri og smærri KT-fyritøkum vóru til staðar, har tær vístu fram skipanir og virksemi.

KT var eisini eitt av høvuðsátøkunum í Vakstrarforum. Tá varð serligur dentur lagdur á útflutning, har málsetningurin, um at KT-vinna skal vaksa úr 2,5% til 6% av BTÚ, varð orðaður. Hetta er avgjørt ein avbjóðing, sum føroyska KT-vinnan er før fyri at lyfta.

Fyri KT-felagið er leikluturin at savna KT-vinnuna. KT-felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra karmarnar hjá KT-vinnuni og at fáa Føroyar í fremstu røð, tá tað snýr seg um KT. Felagið er bæði fyri tey, ið virka á føroyska marknaðinum, og tey, ið royna seg við útflutningi.

Á degnum varð boðað frá, at Tonik verður aftur komandi ár. Fyriskiparar eru Hugskoti, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Vinnuframi, Framtak og Íverksetarahúsið.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3