Vinnuhusid 4
KT-Felagið

KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

02. desember. 2025 | Tíðindi | KT- og samskifti

KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

Føroyska KT-vinnan tekur nú eitt nýtt stig móti størri altjóða virksemi. Týsdagin 16. desember kl. 15 hittast limir í KT-felagnum í Vinnuhúsinum, har høvuðsevnið verður útflutningur av føroyskum KT-loysnum.

KT-felagið hevur lagt nýggja kós, har smátjóðir og avmarkaðir marknaðir verða mettir at hava serligt potentiali fyri føroyskar loysnir. Heimleiðstiltakið er fyrsta stigið í arbeiðinum at styrkja felags førleikan til útflutning.

“Vit hava longu sæð, at føroyskar KT-loysnir kunnu kappast altjóða. Nú taka vit næsta stig og gera útflutning til eitt felags fokusøki”, sigur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum.

Á skránni er eisini gestafyrilestur frá Solby Christiansdóttir, samskipara av Oyggjaleikunum 2027, sum gevur íblástur um altjóða samstarv.

Tiltakið er opið fyri øllum limum. Nevndin heitir á limir at luttaka og vera við til at mynda altjóða kósina hjá KT-vinnuni komandi árini.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin verður 17. september næsta ár

    Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum, sum verður aftur 17. september næsta ár

    22. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnudagurin 2026 Web 086
  2. Útbúgving til KT-supportara á gáttini

    Nú eru útlit fyri, at fyrstu næmingarnir kunnu byrja longu fyrst í november. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti útbúgvingini

    22. september. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Tiltak: Hvussu kunnu vit byggja meira burðardygt?

    Kom og fá innlit í, hvussu fyritøkur kunnu brúka LCA (Life Cycle Assessment) til at taka betri avgerðir um tilfarsval og byggja meira burðardygt í Føroyum

    22. september. 2026 | Handverk og ídnaður
    Mynd Tiltak Lca