Kt.fo savnar føroysku KT-vinnuna

30. november. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

26. november skipaði KT-felagið fyri heimleiðis tiltaki, har nýggja heimasíðan kt.fo varð løgd fram.

Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum, greiddi frá nýggja átakinum hjá KT-felagnum og heimasíðuni. Endamálið við átakinum er, at seta fokus á føroysku KT-vinnuna og vísa á hennara fjølbroyttu førleikar, royndir og fyrimunir. Heimasíðan fortelur millum annað góðar søgur frá føroysku KT-fyritøkunum, sum allar á sín hátt framleiða føroyskar skipanir og tænastur til alment og privat. Eisini gevur heimasíðan eitt serstakt yvirlit yvir virkisøkir hjá teimum ymisku fyritøkunum. Hetta kemur at lætta um hjá teimum, sum hava tørv á KT-loysnum, men møguliga ikki fáast við hetta dagliga.

Eitt rák er longu byrjað, har innkeyparar av KT eru blivnir meira tilvitaðir um tær loysnir teimum tørvar. Í tí sambandi framstanda føroyskar KT-loysnir aloftast sum tær skilabestu, tí í Føroyum hava vit røttu førleikarnar at framleiða til serstaka tørvin her heima. Føroyskar KT fyritøkur skilja føroyska brúkaran.

“Heldur enn at síggja ein størri váða í at keypa føroyskar KT-tænastur, eiga vit at síggja tað sum ein tryggleika bæði í mun til tíð, pengar og góðsku. Føroyska KT-vinnan hevur førleikarnar, skilir tørvin betur og hevur nógv meiri at missa enn útlendskar fyritøkur, um tað gongur galið." – Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum.

Á heimleiðis tiltakinum greiddi Jan Ziskasen, nýggjur stjóri á Føroya Tele, frá sínum visiónum um talgildu framtíð Føroya. Í framløguni vísti hann á teir mongu møguleikarnar, vit sum modernað smátjóð hava við at menna skipanir, sum fyrst kunnu koyrast her heima fyri síðani at uppstigast úti í heimi.

KT-felagið fegnast um stóru undirtøkuna fyri tiltakinum. Næst á skránni er KT-dagurin, sum verður hildin á Hotel Føroyum 24. februar 2016.

Vitja heimasíðuna her: kt.fo

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737