Kunnandi fundur um møgulig ES-tiltøk

24. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin skipaði Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi um møgulig tiltøk frá ES í samband við stríðið um makrelin. Umleið 20 fólk úr útflutningsvinnuni vóru á fundi, har Herálvur Joensen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni, og Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi og fyrrverandi sendimaður í Bruxelles, greiddu frá uppskotinum, sum er samtykt í ES-tinginum.

Uppskotið, sum væntandi verður sett í verk fyrsta dagin, gevur ES-kommissjónini heimild til at seta tiltøk í verk ímóti londum, ið ikki veiða felags fiskastovnar burðardygt. Hetta kann raka føroyskan útflutning, um ES-kommissjónin velur at seta tiltøk í verk.

Enn er tó ikki greitt, hvussu ES-kommissjónin fer at nýta ta heimild, sum hon nú hevur fingið. Hetta verður neyvan greitt, fyrr enn núverandi samráðingarumfar millum strandalondini endar. Harumframt eru fleiri ymisk tiltøk, sum kommissiónin kann velja at seta í verk uttan tó at nýta øll.

Í fyrsta lagi kunnu vit tó vænta, at forboð verður sett fyri at innflyta makrel og hjáveiðu í makrelfiskiskapi til ES, og tað umfatar helst eisini eitt forboð fyri at nýta ES havnir sum transit. Harumframt kann kommissjónin seta forboð fyri at innflyta allar vørur, sum eru gjørdar úr makreli ella innihalda makrel á onkran hátt. Harafturat kann ES-kommissjónin seta avmarkandi tiltøk í verk í samband við keyp og sølu av skipum og útgerð millum Føroyar og ES.

Um ES setur tiltøk í verk fáa Føroyar høvið til at svara uppá tiltøkini og at broyta um støðuna innanfyri ein mánað, eftir at ES hevur gjørt greitt, hvørji tiltøk verða sett í verk. Uppskotið ger eisini greitt, at møgulig tiltøk skulu vera í trá við altjóða reglur fyri handil umframt at tiltøkini skulu vera proportional í mun til brotið.

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Nú nýggja frítíðarárið er byrjað, eiga arbeiðsgevarar at leggja summarfrítíðina til rættis í góðari tíð

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Frítíð2026
  3. Ringbúskapur snýr seg eisini um kappingarføri

    Ringbúskapur kann gerast ein kappingarfyrimunur hjá fyritøkum, sum duga at gagnnýta tilfeingi betur og skapa nýtt virði úr avlopstilfari

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Loop Forum 1